08. februar 2024
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Spurningar:
1. Hví er ætlaða dialysuviðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki enn sett í verk?
2. Nær ítøkiliga verður skipanin/ dialysuviðgerðin sett í verk?
3. Hvørjar eru orsøkirnar til, at skipanin enn ikki er sett í verk?
Viðmerkingar:
Løgtingið hevur í fleiri umførum játtað pening til dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, bæði í 2022, 2023 og 2024 - alt við tí endamáli at fyrireika og seta í verk skipanina.
Gjørdir eru nýggir fasilitetir og íløgur í bestu útgerðina til dialysuviðgerð - útgerð í serklassa.
Harafturat kann upplýsast, at 3 sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið upplæring í at brúka tólini og kunna fremja viðgerðina - tær gjørdist lidnar við upplæringina hálvan desember 2023. Hóast hetta er dialysuviðgerðin enn ikki byrjað.
Tað er heilt greitt løgtingsins vilji, at skipanin skal setast í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi og tí er tað sera óheppið, at tað dregur út at seta hana í verk. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 8. februar 2024
Erhard Joensen