09. februar 2024
Svar til §52a fyrispurning nr. 52-078/2023 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um landskassans samlaðu útreiðslur til gransking, menning og nýskapan
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu stórar vóru landskassans samlaðu útreiðslur/játtanir til gransking, menning og nýskapan í tíðarskeiðnum 2015-2023, býttar á almenna og vinnuliga gransking - málsøki, stovnar, endamál, verkætlanir o.a.?
2. Hvussu nógv ársverk er talan um í tíðarskeiðnum 2015-2023?
3. Hvussu stórar væntast landskassans samlaðu útreiðslur/játtanir til gransking, menning og nýskapan í tíðarskeiðnum 2024-2027 at verða, býttar á almenna og vinnuliga gransking - málsøki, stovnar, endamál, verkætlanir o.a.?
4. Hvussu nógv ársverk er talan um í tíðarskeiðnum 2024-2027?
Svar:
Til spurning nr. 1.
Víst verður til svar til spurning nr.1 í fyrispurningi nr. 52-017/2023, sum er soljóðandi:
“Fyri almennar stuðulsskipanir eru játtanirnar á fíggjarlógini fyri 2015-2023 tilsamans ávikavist fyri Granskingarráðið (Stuðul til gransking) 68,1 mió. kr., Fiskivinnuroyndir 50 mió. kr., Vinnuframa 28,9 mió. kr, Orkuverkætlanir 3,6 mió. kr. Játtanin til Horizon 2020, seinni Horizon Europe, samstarvið í tíðarskeiðinum 2015-2023 var 108,7 mió. kr. Sí mynd niðanfyri “Stuðulsskipanir 2015-2023”.
Granskingarstovnar og stovnar, sum veita granskingarundirstøðukervi, brúka samsvarandi sínum endamáli ein part av síni játtan til gransking, menning og nýskapan. Stovnarnir eru (skipaðir eftir ársverkum), Fróðskaparsetrið, Umhvørvisstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Havstovan, Fiskaaling, nú Firum, Tjóðsavnið, Jarðfeingi, Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, Tjóðskjalasavnið og Búnaðarstovan. Hvussu stórur hesin partur er, er ymiskt frá stovni til stovn, spennið er sera vítt.
Harafturat eru nakrir stovnar, sum veita granskingarundirstøðukervi á ymsan hátt, hesir eru Landsbókasavnið, Fólkaheilsustýrið og iNOVA.”
Her kann leggjast afturat, at árliga játtanin til Havbúnaðarroyndir (Fiskaaling, nú Firum) fyri tíðarskeiðið 2015-2023 er tilsamans 83,2 mió. kr.
Hagstovan er farin undir hagtalskanning av gransking, menning og nýskapan í Føroyum, har byrjað er við ár 2022, men síðani gjørt upp árliga. Hagtalskanningin fyri 2022 væntast útgivin í endanum av fyrra hálvári.
Til spurning nr. 2.
Tað er trupult at gera upp ársverk knýtt at gransking. Vanliga er gransking lønartung, so eitt kvalifiserað boð er, at tað eru 1 til 1,25 ársverk fyri hvørja milliónina. Á heimasíðuni pure.fo er yvirlit yvir granskarar hjá almennum stovnum og skipanum. Hetta er ikki fullfíggjað yvirlit. Talið av profilum er 205, men ársverkini eru færri, tí fá eru sum granska fulla tíð. Víst verður aftur til hagtalskanningina um gransking, menning og nýskapan, sum Hagstovan letur gera.
Til spurning nr. 3.
Játtanir til gransking, menning og nýskapan í løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 eru hesar:
Samanlagt 66,5 mió. Kr.
Fyrivarni verður tikið fyri, at talan er um búskett tøl og at roknskapartølini kunnu verða øðrvísi, og at tað kann renna millum ávísar av játtanunum, t.d. kann verkætlan hjá Havstovuni verða fíggjað av Fiskivinnuroyndum.
Landsstýriskvinnan er ikki vitandi um annað enn, at hesar játtanir í løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 fíggjarlógartøkniliga eru framskrivaðar við somu upphæddum í 2025 og 2026. Eingin politisk viðgerð hevur verið av hesum játtanum fyri árini 2025-2027.
Til spurning nr. 4.
Víst verður til svarið til spurning nr. 2.
Tinganes, 8. februar 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum