12. februar 2024
Meira eigur at vera gjørt fyri at økja vitanina um Arktis í Føroyum. Parlamentariska skipanin eigur eisini at seta tiltøk í verk fyri at betra um hesi viðurskifti. Ein partur av loysnini er at broyta skipanina við uttanlandsnevndini og skipa parlamentariska samstarvið við Danmark og Grønland betri
Hallbera West, granskari, hevur júst kunngjørt áhugaverda gransking í greinini “The Danish Realm in the Arctic”, sum er kunngjørd í tíðarritinum, Regional and Federal Studies.
Niðurstøðan er, at Føroyar gagnnýta ikki møguleikan á parlamentariskum stigi til fulnar fyri at fáa nóg stóra ávirkan í málum, ið snúgva seg um Arktis. Kanningin vísir eisini, at fólkatingslimirnir eru meira virknir í málum um Arktis enn løgtingslimir.
Harumframt er arbeiðið, sum snýr seg um Arktis, betri skipað í Fólkatinginum.
Granskingin hjá Hallberu West rakar seymin á høvdið, og vit eiga at taka stig til at samskipa arbeiðið betri, so vitanin verður savnað á eitt stað, og at vitanarstøðið verður hækkað.
Vitan er neyðug, tá tú sum politikari skalt taka avgerð í einum máli. Tí má tað verða soleiðis, at løgtingslimir sita inni við so nógvari og breiðari vitan, sum møguligt.
Arktis er eitt umfatandi økið, og nógv mál knýta seg at økinum.
Eitt tað mest umráðandi málið í løtuni er trygdarstøðan í Arktis. Her er skipanin við Uttanlandsnevndini í løgtinginum ein forðing fyri, at limirnir eru nóg væl kunnaðir.
Sambandsflokkurin hevur alment lagt fram, at Uttanlandsnevndin átti at verið skipað soleiðis, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum skal kunna um uttanríkispolitisk mál av stórum týdningi.
Eisini átti tað at verið soleiðis, at Uttanlandsnevndin hevði betri møguleika fyri at fáa kunning og vitan um viðkomandi mál. Her er eisini ein gyltur møguleiki at brúka fólkatingslimirirnar meira. Sum granskingin hjá Hallberu West vísir, so hava føroysku fólkatingslimirnir eina stóra atgongd til vitan um Arktis.
Parlamentariska samstarvið millum uttanlandsnevndirnar í Ríkinum eigur at verða raðfest hægri. Ein roynd bleiv gjørd í summar í samband við ríkisfundin. Men mótstøða tykist at vera ímóti hesum, tí ávísir politikarar halda, at vit verða ov knýtt at Danmark.
Hetta er púra misskilt, tí samstarvið er ein gyltur møguleiki fyri at fáa betri kunning um trygdarstøðuna hjá okkum. Tað mest umráðandi má vera, at vit fáa kunning, sum er til gagns fyri fólkið í Føroyum.
Tá vit bera okkara sjónarmið fram, so hoyra vit ofta frá øðrum politikarum; at tað skal vera landsstýrismaðurin, sum kunnar Uttanlandsnevndina. Tað er rætt, men tað forðar ikki fyri, at Uttanlandsnevndin eisini kann savna sær vitan aðrastaðni.
Nú má partapolitikkur leggjast til viks, og vit mugu hugsa um loysnir, ið gagna okkum øllum. Eisini um hesar loysnir hava eitt ávíst samstarv við Danmark.
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og limur í Uttanlandsnevndini í løgtinginum