22. februar 2024

Dialysuviðgerð byrjar skjótt á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Svar upp á fyrispurning nr. 52-086/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, frá Erhardi Joensen, løgtingsmanni.

Spurningarnir vóru soljóðandi:

1. Hví er ætlaða dialysuviðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki enn sett í verk?

2. Nær ítøkiliga verður skipanin/ dialysuviðgerðin sett í verk?

3. Hvørjar eru orsakirnar til, at skipanin enn ikki er sett í verk?

Svar:

Til spurning 1 og 3

Tað eru samansettar orsøkir til, at dialysuviðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki er sett í verk enn.

Fýra sjúkrarøktarfrøðingar eru settir í starv at manna dialysusatelittin í Suðuroy. Teir hava fingið upplæring í Aalborg og á Landssjúkrahúsinum, men fyri at teir skulu kunna arbeiða sjálvstøðugt er neyðugt, at teir fyrstu tíðina arbeiða saman við royndum dialysusjúkrarøktarfrøðingum.

Ætlanin var, at royndir sjúkrarøktarfrøðingar frá dialysueindini á Landssjúkrahúsinum, skuldu vera til staðar á Suðuroyar Sjúkrahúsi ta fyrstu tíðina. Av tí, at hetta ikki er partur av setanartreytunum hjá royndu dialysusjúkrarøktarfrøðingunum, sum eru settir á Landssjúkrahúsinum, kann sjúkrahúsleiðslan ikki áleggja teimum at fara til Suðuroyar sum partur av starvinum, men leiðslan kann heita á sjúkrarøktarfrøðingarnar um at gera tað.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingu bjóðað samsýning, sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, fyri at fara til Suðuroyar. Samskifti er millum sjúkrahúsleiðsluna og sjúkrarøktarfrøðingarnar í løtuni, men enn er ikki endalig niðurstøða hesum viðvíkjandi.

Eisini hevur sjúkrahúsleiðslan kannað møguleikan, at fáa dialysusjúkrarøktarfrøðing gjøgnum útlendska vikarstovu. Vikarstovur er áhugaðar, men sjúkrahúsleiðslan ynskir fyrst at fáa at vita, um tað ikki kann finnast ein loysn, har tað eru royndir dialysusjúkrarøktarfrøðingar frá Landssjúkrahúsinum, sum fyrstu tíðina kunnu fara til Suðuroy.

Í mun til læknafakligu ábyrgdina er týdningarmikið at fáa tryggja, at bráðfeingis tilbúgvingin fyri hæmodialysuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi er nøktandi í mun til sjúklingatrygdina. Sjúkrahúsverkið er í tøttum samskifti við danska Heilsustýrið, fyri at fáa hetta váttað, og vænta at fáa svar hesum viðvíkjandi í hesi vikuni.

Til spurning 2

Sambært Sjúkrahúsverkinum ber enn ikki til at siga ítøkiliga, nær dialysuviðgerðin byrjar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí tað hongur neyvt saman við viðurskiftunum, ið eru nevnd í svarinum omanfyri.

Sum sjúkrahúsleiðslan alment hevur boðað frá verður væntað, at skipanin kann verða sett í verk innanfyri nakrar dagar, meðan tað í ringasta fall kunnu ganga nakrar vikur.

Heilsumálaráðið, 20. februar 2024

Margit Stórá

landsstýriskvinna