05. mars 2024
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-093/2023 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, eftir § 52a í Tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um yrkisútbúgvingarlógina og vantandi dagføringar.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar kunngerðir og nærri reglur eru settar í gildi við heimild í yrkisútbúgvingarlógini og nær?
2. Hvørjar av verandi kunngerðum og nærri reglum er tørvur á at endurskoða og dagføra?
3. Hvørjar kunngerðir ella nærri reglur vanta í yrkisútbúgvingarlógini?
4. Nær kann væntast, at verandi kunngerðir og reglur verða dagførdar, og tær kunngerðir og reglur, sum vanta, verða gjørdar?
Svar
Sp. 1: Tað eru í alt 26 kunngerðir, sum eru heimilaðar í yrkisútbúgvingarlógini, og harumframt er ein reglugerð um góðkenning av lærusplássum og meginregla fyri stytting í lærusáttmála.
Sp. 2: Mett verður, at tørvur er á at endurskoða á leið 12 kunngerðir innan økið.
Ad 3: Landsstyrismaðurin metir ikki, at kunngerðir ella reglur mangla, men at tørvur er á ymiskum dagføringum, sjá omanfyri standandi svar.
Ad 4: Eg skal vísa á, at tað er Yrkisdepilin, sum umsitir yrkisútbúgvingarnar vegna arbeiðsmarknaðarpartarnar og Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Talan er um omanfyri 60 útbúgvingar, harav 15 eftir føroyskum lógarverki, ímeðan hinar eru lýstar í donskum kunngerðum, tí skúlagongdin er í donskum skúlum.
Umleið 400 lærupláss eru í løtuni góðkend og umleið 1.000 fólk eru í løtuni undir yrkisútbúgving.
Nógva virksemið í samfelagnum og rúkandi menningin, tá kemur til krøv um burðardygd og grøna orku gera, at tað støðugt er tørvur á at endurskoða yrkini.
Yrkisdepilin endurskoðar tí yrkini regluliga saman við vinnuni og yrkisskúlunum. Í løtuni verða yrkini: húsasmiður, elektrikari og bilsmiður endurskoðað. Hetta verður gjørt við at vinnan útnevnir serkøn úr vinnuni, sum saman við yrkisskúlunum og Yrkisdeplinum endurskoða arbeiðið.
Úrslitið verður síðan lagt fyri vinnuna til viðmerkingar. Hevur vinnan ynskir um broytingar, verða hesi ynskini tikin við í hetta arbeiði.
Er niðurstøðan av endurskoðanunum, at útbúgvingarkunngerðirnar skulu broytast, verður hetta gjørt so hvørt endurskoðanirnar eru komnar á mál, eins og námsætlanirnar eisini verða broyttar samsvarandi.
Útbúgvingarnar til sølufólk, skrivstovu, maskinsmið, fínstálsmið, sveisara, rørsmið og rør- & blikksmið vórðu endurskoðaðar í 2022 og 2023.
Próvdómaraskeið varð hildið fyri øllum próvdómarum í skipanini í januar 2024.
Yrkisútbúgvingarskipanin kennur ikki til, at klagur eru um yrkisútbúgvingarnar, og at dygdin í yrkisútbúgvingunum ikki er á høgum støði. Heldur hevur verið væl kent, at føroyskir handverkarar eru høgt í metum uttanlands, m.a. í oljuvinnuni. Eisini eru fleiri lærlingar, sum fara víðari til sjóvinnuútbúgvingar eftir at hava fingið sveinabræv, og sambært Vinnuháskúlanum klára hesir seg sera væl.
Vinaliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður