08. mars 2024
Javnstøða er ikki bara ein grundleggjandi mannarættur, men ein fortreyt fyri eitt framkomið samfelag.
ST lýsti í 1975, 8. mars at vera altjóða kvinnudag.
Stríðið um javnrættindi hevur røtur nógv longur aftur í tíðina, og nógv er broytt fyri at tryggja javnrættindi. Men enn er langt eftir á mál.
Hvørki úti ella heima er málið rokkið. Í søgu løgtingsins eru bara 31 kvinnur valdar inn - hetta er ikki nóg mikið at fylla løgtingssalin meira javnt.
Fyri okkum merkir javnstøða javnbjóðis møguleikar. Hetta skal galda í øllum viðurskiftum uttan undantak - so einfalt er tað!
So góðu kvinnur, góðan kvinnudag og haldið á!
Heilsan
Tingbólkur Sambandsfloksins