20. mars 2024

Uppsjóvarfiskiskapur á føroyaleiðini og hjáveiða

Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-100/2023 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, til Dennis Holm, landsstýrismann, um uppsjóvarfiskiskap á føroyaleiðini og hjáveiðu

Spurningar:

1. Hvørji fiskasløg verða fiskað sum hjáveiða av uppsjóvarflotanum, og hvussu stórar nøgdir verður mett, at talan er um?

2. Er nakað regluligt veiðueftirlit við føroyskum og útlendskum fiskiskipum?

3. Hvørja ætlan hevur landsstýrismaðurin at gera skrásetingar av hjáveiðu hjá uppsjóvarflotanum?

Svar:

Til spurning 1

Í føroyskum sjógvi royna føroysku uppsjóvarskipini eftir svartkjafti, makreli, norðhavssild og heystgýtandi sild. Nakað av hjáveiðu av øðrum fiskasløgum er eisini ein partur av veiðuni.

Sambært galdandi reglum skal øll veiða og hjáveiða skrásetast og fráboðast myndugleikunum.

Í 2023 fiskaðu føroysk skip umleið 401.000 tons av svartkjafti. Fráboðaða hjáveiðan av øðrum fiskasløgum var henda :

Slag

Nøgd í tonsum

Høgguslokkur

11

Makrelur

219

Gulllaksur

15

Norðhavssild

32

Heystgýtandi sild

119

Rognkelsi

6

Prikkafiskur

449

Makrelgedda

23

Upsi

8

Kongafiskur

0,5

Annar fiskur

4

Í 2023 fiskaðu føroysk skip 170.000 tons av makreli. Fráboðaða hjáveiðan av øðrum fiskasløgum var henda:

Slag

Nøgd í tonsum

Rognkelsi

46

Svartkjaftur

1.558

Norðhavssild

64

Annar fiskur

134

Makrelgedda

86

Heystgýtandi sild

105

Lakssild

85

Í 2023 fiskaðu føroysk skip 90.651 tons av norðhavssild. Fráboðaða hjáveiðan av øðrum fiskasløgum var henda:

Slag

Nøgd í tonsum

Svartkjaftur

2.777

Rognkelsi

3

Makrelur

121

Heystgýtandi sild

110

Í 2023 fiskaðu føroysk skip 10.859 tons av heystgýtandi sild. Fráboðaða hjáveiðan var 116 tons av svartkjafti.

Til spurning 2

Regluligt eftirlit er við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi. Í 2023 varð eftirlit framt umborð á 187 skipum. Av hesum vóru 61 skip útlendsk. Av teimum 61 útlendsku skipunum høvdu 45 landað/fiskað uppsjóvarfisk.

Til spurning 3

Eins og nevnt í svari til spurning 1 skal øll veiða og hjáveiða skrásetast og fráboðast myndugleikunum sambært galdandi reglum. Eftirlit við fiskiskapinum er ein týdningarmikil liður í at tryggja burðardyggan fiskiskap. Landsstýrismaðurin fer altíð at virka fyri, at eftirlitið er so gott, sum tað kann vera við tøku amboðunum og fíggjarorkuni. Eitt framstig í eftirlitinum er, at Vørn herfyri fekk møguleika at seta fleiri eygleiðarar og eftirlitsfólk í fast starv.

Tórshavn 19. mars 2024

Dennis Holm

landsstýrismaður