24. apríl 2024
- Framløga við Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya. Sambandsflokkurin skipaði 22. apríl fyri fakligari ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - í Perluni í Havn. Ráðstevnan varð stroymd og videoupptøkan liggur á Facebook Sambandsflokkurin
Hvat merkir viðgerðartrygd, her Danmark sum dømi:
- Ásetast í lóg (innan 30 dagar útgreining og síðan innan 30 dagar setast í viðgerð)
- Galdandi fyri somatiska og psykiatriska økið
- Um pláss ikki er fyri viðgerð í einum ávísum sjúkrahúsi, so tilboð um annað sjúkrahús í einum øðrum amti/ región
- Um pláss ikki er fyri útgreining/ viðgerð í almenna sjúkrahúsverkinum, so tilboð um privat sjúkrahús
Endamálið við einari skipan við viðgerðartrygd er m.a. at fremja skjóta sjúkraviðgerð og harvið stytta um bíðilistar. Hetta hevur við sær, at fólk skjótt aftur kunnu gerast virkin í teirra arbeiði og gerandisdegi, umframt at málrættað og skjót hjálp hevur eina fyribyrgjandi effekt.
Steinar Eirikstoft hevur orðið:
Í Føroyum er ikki lógarfest, hvussu long bíðitíðin er og vit hava ikki møguleika at vísa til nakað privat sjúkrahús.
Sjúkrahúsverkið hevði í 2023
- Uml. 1200 starvsfólk (1022 ársverk)
- Uml. 30 ymiskar fakbólkar
- 30 sergreinar
- 120 seingjarpláss
- 11.500 innleggingar
- 140.000 ambulantar kontaktir
- 1,64 mio. kanningar í kliniskari kemi
- 50.000 røntgenkanningar
Viðgerðir í útlandinum eru hækkandi síðan 2013.
Ambulantar viðgerðir eru hækkaðar nakað væl seinastu 4 árini og tað merkir færri innleggingar og seingjadagar, sum er til gangs bæði fyri sjúklingin og sjúkrahúsverkið.
Bíðilistar apríl 2024
Tal av fólki Mett bíðitíð, mðr
Familjudepilin - LS 285 17
Psykiatriski depilin - LS 64-540 4-20
Medisinski depilin - LS 10-163 0,5-9
Skurð depilin - LS 28-202 3-9
Endoskopi - KS 21 2
Medisinsk amb. - KS 87 3
Skurðdeildin – KS 4-150 4-12
Suðuroyar Sjúkrahús 4-36 0,7-6
Bíðilistin til barna- og ungdómspsykiatri´ina er sera langur (tal og bíðitíð) og tilfeingi vantar á økinum.
Gongdin í útbúgvingini
Klinisk basisuddannelse (KBU)
Introduktiónsstørv (Intro)
3 í almen medisin
1 í barna & ungdómspykiatri
2 í gynækologi
4 í intern medisin
1 í kirurgi
2 í oftalmologi
1 í onkologi
1 í ortopædkirurgi
1 í oto rhino laryngologi
3 í psykiatri
Serlæknaútbúgving (HÚ í almen medisin)
- 37 serlæknar í almennum medisini útbúnir í FO
Útbúgving av læknum á Landssjúkrahúsinum
- 17 KBU-læknar - 13 á Landssjúkrahúsinum og 4 hjá kommunulæknum
- 20 læknar í introduktionsstillingum (1 afturat byrjar í almen medisin 1. sept. 2024)
- 12 læknar í høvuðsútbúgvingarforløbi í almennum medisini
Tann góða søgan
- 55 læknar í skipanini
- Útbúgvingarjáttanin fyri yngri læknar er 15.850.000 kr. fyri 2024
- Føroysk KBU skipan og donsk KBU skipan
- 13 góðkend introstørv í ymiskum sergreinum
- 8 fleksforløb
- 37 serlæknar í almennum medisin hava verið ígjøgnum skipanina
Visjón 2025
- Trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir somu virðum.
- Felags mentan og sami samleiki tvørtur um sjúkrahúsini.
- Virðing fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki, so at góð hugskot birtast og hava gróðrarlíkindi fyri víðarimenning.
- Áhaldandi menning av starvsfólkum, stuðlað av nýggjastu tøkni.
- Rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Steinar tók undir við at seta í verk viðgerðartrygd, men ein slik verkætlan skal fyrireikast væl og raðfestingar mugu gerast.
----
Sambandsflokkurin heldur, at ein verkseting av viðgerðartrygd kann gerast í tráð við Visjón 2025 hjá Sjúkrahúsverkinum um m.a.: “Trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir somu virðum.
Les aðrar greinar:
Sambandsflokkurin skipaði fyri ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - tíni rættindi sum sjúklingur
Leinkja til videoupptøku:
https://youtube.com/live/awE-hXAiIwM?feature=share
Skrá
Kl. 13.00 Vælkomin. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Kl. 13.05 Viðgerðartrygd í Føroyum, bíðilistar, læknatrot o.a. - gongdin higartil og framyvir. Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya
Kl. 13.30 Viðgerðartrygd í Danmark - ein faklig og formlig allýsing. Jes Søgaard, Sundhedsøkonom - Professari á SDU
Kl. 14.00 Bygnaður og elementir í einari skipan við viðgerðartrygd, umframt krøv. Per Busk Sørensen, fyrrv. sjúkrahússtjóri á Esbjerg og Grindsted Sygehus
Kl. 14.30 Krabbameinsfelagið um viðgerðartrygd. Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum
Kl. 15 Steðgur
Kl. 15.15 Kjakpanel: Hvussu kann viðgerðartrygd setast í verk í Føroyum? Liljan Weihe, Johan Dahl, Per Busk Sørensen og Pál Weihe
Kl. 15.50 Samanumtøka
Kl. 16 Liðugt
Orðstýrari/ facilitator: Óluva Zachariasen
Sambandsflokkurin