29. apríl 2024
- Framløga við Jes Søgaard, professara innan heilsubúskap, SDU. Sambandsflokkurin skipaði 22. apríl fyri fakligari ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - í Perluni í Havn. Ráðstevnan varð stroymd og videoupptøkan liggur á Facebook Sambandsflokkurin
Hvat merkir viðgerðartrygd, her Danmark sum dømi:
- Ásetast í lóg (innan 30 dagar útgreining og síðan innan 30 dagar setast í viðgerð)
- Galdandi fyri somatiska og psykiatriska økið
- Um pláss ikki er fyri viðgerð í einum ávísum sjúkrahúsi, so tilboð um annað sjúkrahús í einum øðrum amti/ región
- Um pláss ikki er fyri útgreining/ viðgerð í almenna sjúkrahúsverkinum, so tilboð um privat sjúkrahús
Endamálið við einari skipan við viðgerðartrygd er m.a. at fremja skjóta sjúkraviðgerð og harvið stytta um bíðilistar. Hetta hevur við sær, at fólk skjótt aftur kunnu gerast virkin í teirra arbeiði og gerandisdegi, umframt at málrættað og skjót hjálp hevur eina fyribyrgjandi effekt.
Jes Søgaard hevur orðið:
Jes greiddi m.a. frá, hvussu viðgerðartrygd fakliga og meira formelt kann allýsast og frá søguligu gongdini viðvíkjandi verkseting av viðgerðartrygd í Danmark.
Viðgerðartrygdir í Danmark
Long menningartilgongd: 1990 - 2024 …
Intensivt tíðarskeið: 2000 - 2009
Donsku royndirnar við viðgerðartrygdum:
Gevur dynamik og dynamitt í einum eitt sindur tungum, ikki kappingarútsettum sjúkrahúsverki
Tá skipanin er sett í verk, er trupult at fjerna / forringa
- Skipanin er populer millum fólkið
- Men saknar legitimitet millum læknar (hvørs fakliga autonomi verður útfordrað)
Skipanin er ikki løtt at handhevja - og tað gevur stórar avbjóðingar, politiskt, administrativt og læknafakliga
Ósemja um tulkingar millum myndugleikar (Sundhedsstyrelsen) og sjúkrahúseigarnar (amtini/ regiónirnar) - aftur, aftur og aftur …
Skandalir í miðlunum - aftur, aftur og aftur …
Vantandi yvirhaldan av viðgerðartrygdini tekur so spakuliga fólksins álit á heilsuverkið burtur
Tá sjúklingar og avvarðandi í 2006 klaga um longu bíðitíðina úttalar Lars Løkke, heilsumálaráðharri: .... at garantiin ikki er ultimativ, men er ein málsetningur, t.v.s. garanti er ikke ein rættur, men ein málsetningur.
Maksimalar bíðitíðir til viðgerð av lívshóttandi sjúkum
Lógarfest sum partur av Sjúkrahúslógini (lov nr 395 af 2. juni 1999)
Í fyrsta umfari nakrar heilt ávísar krabbameins- og hjartasjúkur (fyrst bróstkrabbi, síðan í 2000 eisini fyri krabba í tarmi, lívmóðurhálsi og lungum)
Verður víðkað í 2001 til (næstan) allar krabbasjúkur og iskæmiskar hjartasjúkur (æðratrongi)
1. Maksimalar bíðitíðir til forkanningar, viðgerð og eftirviðgerð
2. Sjúkalingatilboð, um maksimalu bíðitíðirnar ikki verða yvirhildnar
3. Fráboðanarskylda (indberetningsforpligtelser)
Amtir/ regiónir hava politiskt, administrativt og læknafakliga rakstrarábyrgd
Staturin (Sundhedsstyrelse, sundhedsministerium og sundhedsminister) hava áyrgdina av, at lógin verður hildin/ handhevja
Fleiri tilburðir av mistrivnaði millum børn og ung í Danmark
Fleiri og fleiri verða víst til útgreining fyri sálarsjúku
Fram til ein útgreining og evt. viðgerðarbyrjan, er lívið hjá hesum børnum og ungu uppá ymiskar mátar sett á pausu
Útgreiningarrætturin sigur max 30 dagar til útgreining ella eina útgreiningarætlan
Ella ávísing til alternativa útgreining, t.d. privat sjúkrahús
Avtakandi kapasitetur av almennum útgreiningartilboðnum, tí bu-psykiatarnir (<25%) eru rýmdir frá tí almenna
Nógvir arbeiða nú á privatum klinikkum, sum ikki samstarva við tað almenna
Bíðitíðin til útgreining er long og veksur
Varningspunktir við tilevnan av sjúklingatrygd
Er talan um eina ambitión, eitt mál, ein rætt, ein løgfrøðiligan rætt til sjúklingin?
Greiðar og eintýðugar allýsingar og reglur, sum ikki kunnu tulkast ymiskt
T.d. informera sjúklingasamtykki til frávik - er sjúklingurin vorðin orienteraður um:
Møguleikan fyri viðgerð eitt annað stað - og er hetta staðið specificerað?
Sjúkuavleiðingar av at víkja frá bíðitíðini?
Er sjúklingasamtykki skjalfest í sjúklingajournal?
Hvørji frávik skulu fráboðast til hvønn?
Kunnu tit løgfrøðiliga handhevja sjúklingatrygdirnar?
Hava tit viðgerðarkapasitet til hondhevjan?
Royni og fái læknarnar við uppá sjúklingatrygdirnar og fokus á bíðitíð!
Hav eina miðlastrategi klára til skandalusakirnar
Les aðrar greinar:
Boðskapir frá ráðstevnuni um viðgerðartrygd í Føroyum - Steinar Eirikstoft
Sambandsflokkurin skipaði fyri ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - tíni rættindi sum sjúklingur
Leinkja til videoupptøku:
https://youtube.com/live/awE-hXAiIwM?feature=share
Skrá
Kl. 13.00 Vælkomin. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Kl. 13.05 Viðgerðartrygd í Føroyum, bíðilistar, læknatrot o.a. - gongdin higartil og framyvir. Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya
Kl. 13.30 Viðgerðartrygd í Danmark - ein faklig og formlig allýsing. Jes Søgaard, Sundhedsøkonom - Professari á SDU
Kl. 14.00 Bygnaður og elementir í einari skipan við viðgerðartrygd, umframt krøv. Per Busk Sørensen, fyrrv. sjúkrahússtjóri á Esbjerg og Grindsted Sygehus
Kl. 14.30 Krabbameinsfelagið um viðgerðartrygd. Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum
Kl. 15 Steðgur
Kl. 15.15 Kjakpanel: Hvussu kann viðgerðartrygd setast í verk í Føroyum? Liljan Weihe, Johan Dahl, Per Busk Sørensen og Pál Weihe
Kl. 15.50 Samanumtøka
Kl. 16 Liðugt
Orðstýrari/ facilitator: Óluva Zachariasen
Sambandsflokkurin