01. mai 2024

Boðskapir frá ráðstevnuni um viðgerðartrygd í Føroyum - Durita Tausen

- Framløga við Duritu Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum. Sambandsflokkurin skipaði 22. apríl fyri fakligari ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - í Perluni í Havn. Ráðstevnan varð stroymd og videoupptøkan liggur á Facebook Sambandsflokkurin.

Hvat merkir viðgerðartrygd, her Danmark sum dømi:

- Ásetast í lóg (innan 30 dagar útgreining og síðan innan 30 dagar setast í viðgerð)
- Galdandi fyri somatiska og psykiatriska økið
- Um pláss ikki er fyri viðgerð í einum ávísum sjúkrahúsi, so tilboð um annað sjúkrahús í einum øðrum amti/ región

- Um pláss ikki er fyri útgreining/ viðgerð í almenna sjúkrahúsverkinum, so tilboð um privat sjúkrahús

Endamálið við einari skipan við viðgerðartrygd er m.a. at fremja skjóta sjúkraviðgerð og harvið stytta um bíðilistar. Hetta hevur við sær, at fólk skjótt aftur kunnu gerast virkin í teirra arbeiði og gerandisdegi, umframt at málrættað og skjót hjálp hevur eina fyribyrgjandi effekt.

🎤 Durita Tausen hevur orðið:

Durita greiddi frá hesum evnunum:

  • Støðan í Føroyum - krabbameinstilburðir og deyðstíttleiki og samanborið við onnur Norðurlond
  • Krabbameinsætlanin fyri Føroyar, apríl 2002
  • Tilmæli um viðgerðartrygd, des. 2019
  • Tilmæli um ávísingar og útgreiningarskipan fyri krabbamein, nov. 2023
  • Ávísingar og útgreiningarskipan fyri krabbamein

Útgreiningin fyri krabbamein - støðan nú

  • Eingin áseting er um, hvussu skjótt sjúklingar skulu fáa tilboð um útgreining og viðgerð
  • Eingin neyv skráseting er av, hvussu skjótt sjúklingar koma til útgreining og viðgerð
  • Danska heilsuverkið veitir føroyingum í høvuðsheitum tænastu, ið er sambært ásettu hámørkunum fyri bíðitíð í Danmark
  • Viðurskiftini í Føroyum eru als ikki skipað, hvørki í lóg ella praksis

Støðan í Føroyum

  • Vaksandi krabbameinstilburðir í tíðarskeiðnum 2000-2021
  • Deyðstíttleikin rímuliga stabilur 2000-2021
  • 5-ára yvirlivilsi fyri kvinnur og menn í % er lægri samanborið við Norðurlond

Støðan í Danmark

  • Støðan var ikki góð í Danmark, men síðan vórðu átøk gjørd um skjóta ella akutta viðgerð
  • Danir hava gjørt eitt ordans hál .... sum vit í Føroyum fáa ávísan ágóða av

Tilmæli um viðgerðartrygd í Føroyum, des. 2019

  • Seta á stovn regluligar uppgerðir innan bíðilistar
  • Greiningar av fyrimunum og vansum áðrenn val av viðgerðartrygdarskipan
  • Virksemisoptimeringar - pulja til sjúkrahúsini
  • “Pukkelafviklingspulje” - ein skiftisloysn

Bíðitíðir

Forventede ventetider på Færøerne: Aktuelt laves der ikke færøske opgørelser over forventede ventetider, og data kan ikke umiddelbart trækkes ud af de færøske bookingssystemer. I lighed med Danmark vil opgørelser over forventede ventetider kræve manuelle opslag og dedikerede indberetninger.

En fremtidig opgørelse over forventede ventetider på Færøerne forudsætter, at der etablers løbende indberetninger. Grundet de reletivt små patientpopulationer på Færøerne, bør indberetningerne helst omfatte alle patienter eller meget store stikprøver, for at der kan opnås stor pålidelighed i opgørelserene.

Erfarede ventetider på Færøerne: I modsætning til de fleste nordiske lande, produceres der på Færøerne ikke regelmæssig og systematisk stastiik over erfarede ventetider, men alena ad-hoc opgørelser. Filtreringen af data har ikke været konsistent over tid, og der sker ingen undtagelsesregistrering. Det er således yderst vanskeligt at konkludere, om der reelt er sket en fremgang eller tilbagegang ved sammanligning af tidligere opgørelser over erfarede ventetider. 

Hví eru bíðilistar?

Frávik millum eftirspurning og førleika

- Serliga serlæknar, men eisini aðrir fakbólkar

Hvat er so til ráða at taka?

 - Í grannalondunum: Bøta um førleikan, meir førleika og betri arbeiðsgongdir - Ikki í fyrstu syftu minka um eftirspurningin

Keypa tænastuna í Føroyum ella úr útlondum, kanska serliga úr Danmark

Viðgera enn færri sjúklingar?

  - Enn verri at varðveita fakliga førleikan í føroyska heilsuverkinum

Viðgerðartrygd hevði bjargað mannalívum, sjá innslag í D&V 23. apríl, eftir 3.45 min: https://kvf.fo/dv?sid=174133

Les aðrar greinar:

Boðskapir frá ráðstevnuni um viðgerðartrygd í Føroyum - Per Busk Sørensen

Boðskapir frá ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - Jes Søgaard

Boðskapir frá ráðstevnuni um viðgerðartrygd í Føroyum - Steinar Eirikstoft

Sambandsflokkurin skipaði fyri ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - tíni rættindi sum sjúklingur

 

🎥 Leinkja til videoupptøku:
https://youtube.com/live/awE-hXAiIwM?feature=share

 

Skrá

Kl. 13.00 Vælkomin. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Kl. 13.05 Viðgerðartrygd í Føroyum, bíðilistar, læknatrot o.a. - gongdin higartil og framyvir. Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya

Kl. 13.30 Viðgerðartrygd í Danmark - ein faklig og formlig allýsing. Jes Søgaard, Sundhedsøkonom - Professari á SDU

Kl. 14.00 Bygnaður og elementir í einari skipan við viðgerðartrygd, umframt krøv. Per Busk Sørensen, fyrrv. sjúkrahússtjóri á Esbjerg og Grindsted Sygehus

Kl. 14.30 Krabbameinsfelagið um viðgerðartrygd. Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum

Kl. 15 Steðgur

Kl. 15.15 Kjakpanel: Hvussu kann viðgerðartrygd setast í verk í Føroyum? Liljan Weihe, Johan Dahl, Per Busk Sørensen og Pál Weihe

Kl. 15.50 Samanumtøka

Kl. 16 Liðugt

Orðstýrari/ facilitator: Óluva Zachariasen

Sambandsflokkurin