25. mai 2024

Johan Dahl - svar um passfrælsi í Norðanlondum

Johan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum, hevur í 2023, saman við tveimum øðrum norðurlandaráðslimum, sett ein fyrispurning til tær norðurlendsku stjórnirnar um passfrælsi í Norðanlondum.

14 juli 1952 kom í gildi eitt protokollat ella yvirlýsing um passfræli millum Svøríki, Danmark, Finnland og Norra. Síðan eru gjørdar ymiskar dagføringar og nýggjar avtalur, sum sláa fast, at norðurlendskir borgarar skulu kunna ferðast uttan pass í teimum norðurlendsku londunum - talan er við øðrum orðum um fult passfrælsi.

Fyrispurningurin varð settur, tí ivi er um, hvørt tað eru komin krøv frá myndugleikunum í nøkrum av norðurlendsku londunum um, at t.d. flogfeløg skulu kunna krevja pass í sambandi við flogferðir í Norðanlondunum. Sagt verður í hesum sambandi, at tað í ávisum førum kann koma fyri, at ferðamiðir biðja um skjalprógv, antin pass ella annað ID. Í slíkum førum er tað upp til tann ferðandi um hesin vil bíleggja ferðir undir hesum treytum.

Viðmerkt verður í fyrispurninginum, at talan møguliga er um t.d. restir frá koronutíðini um persónliga skjalfesting av ymiskum slag.

Í svarinum verður samanumtikið sagt frá øllum Norðanlondunum, at tað ikki eru nøkur krøv frá myndugleikunum um at vísa fram pass í nøkrum av londunum, t.d. krøv frá flogfeløgum, og at øll londini halda seg til gjørdar avtalur um passfrælsi.

Svar og fyrispurningur kann lesast her:

Svar um passfræli í Norðanlondum

Fyrispurningur um passfræli í Norðanlondum

Sambandsflokkurin