12. juni 2024

Bárður á Steig Nielsen spyr løgmann um miðfyrisitingina

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður

Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður

Evni: Miðfyrisitingin

Spurningar:

1. Hvussu nógv ársverk eru í aðalráðunum í mun til fyri einum ári síðani?

2. Hvør er árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini við níggju aðalráðum í mun til, um tað framvegis vóru sjey aðalráð við eins nógvum ársverkum?

Viðmerkingar:

Hóast haldførið var høvuðstema, tá CEF-samgongan varð skipað, byrjaði samgonguskeiðið við at økja talið á landsstýrisfólkum og aðalráðum úr sjey upp í níggju. Nógv bleiv gjørt burturúr, at hetta var fíggjarliga skynsamt og fór ikki at krevja fleiri starvsfólk í miðfyrisitingini.

Sjálvur segði løgmaður, at ætlanin var, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta fleiri almennar skattakrónur.

Nú hálvtannað ár er liðið, hava verið lýsingar til fleiri nýggj størv í miðfyrisitingini, og um dagarnar eru tríggir nýggir aðalstjórar settir. Áhugavert er tí at fáa upplýst, hvussu nógv miðfyrisitingin er vaksin í krónum og nýggjum størvum í hesum valskeiðnum.

Á Løgtingi, 12. juni 2024

Bárður á Steig Nielsen