20. juni 2024
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Screening av monnum fyri prostatakrabba
Spurningar:
Um ja, nær er ætlanin at seta í verk skipan við screening?
Um nei, hví verður screening ikki sett í verk?
Viðmerkingar:
Kanningar frá øðrum londum vísa, eitt nú úr Danmark, at tað serliga er í aldrinum frá 50 ár, at sannlíkindini og vandin fyri at fáa prostatakrabba byrjar at vísa seg og serliga stór eru sannlíkindini í aldrinum millum 70-80 ár.
Við regluligum kanningum ber betur til at viðgera krabba í prostata effektivt og annars fyribyrgja, at krabbin spreiðir seg o.a.
Tá sannlíkindini og vandin fyri at fáa prostatakrabba veksur eftir 50 ára aldur, so eigur at verða kannað, um tað ikki er skilagott at geva eitt tilboð til allar menn í Føroyum um screening einaferð um árið. Møguleikin er serliga góður nú ein nýggjur framkomin MR-skannari er komin til landið, sum er sera væl egnaður júst til prostatakanningar. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 17. juni 2024
Johan Dahl