25. juni 2024
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Verksetan av Krabbameinsætlanini
Spurningar:
1. Verður arbeitt ítøkiliga við at seta í verk átøk í Krabbameinsætlanini, undir hesum pakkar til útgreining, viðgerð og eftirviðgerð?
- Um ja, hvørji ítøkilig átøk er ætlanin at seta í verk, og nær kann roknast við, at átøkini verða sett í verk?
- Um nei, hví verður ikki arbeitt við at seta í verk ítøkilig átøk?
2. Eru nøkur átøk í Krabbameinsætlanini longu sett í verk, hvørji og nær?
3. Er ætlanin at lógaráseta eina útgreiningar- og viðgerðartrygd innan krabbameinsøkið, og er ætlanin at leggja fram lógaruppskot t.d. í komandi tingsetu?
4. Hví er ikki longu sett í verk ein skipan við útgreiningar-og viðgerðartrygd innan krabbameinsøkið, tá hetta kann bjarga lívi og er viðgjørt í fleiri ár?
5. Hvørji krøv eru til umsitingarligar skipanir, og hvør verður tørvurin á læknum og øðrum starvsfólkum í sambandi við verksetan av Krabbameinsætlanini ella pørtum av henni?
6. Hvat kostar ein útgreiningar- og viðgerðarskipan innan krabbameinsøkið at seta í verk ella partar av henni?
7. Hvør skipan er galdandi innan útgreining og viðgerð av krabbameini í norðurlendsku londunum?
8. Hvussu nógv doyggja árliga av krabbameini í Føroyum, kvinnur og menn?
9. Hvussu stór er deyðligheitin av kvinnum og monnum í Føroyum orsakað av krabbameini, og hvussu er støðan samanborið við norðurlendsku londini?
Viðmerkingar:
Í apríl 2022 varð nýggj Krabbameinsætlan handað landsstýrinum. Í Krabbameinsætlanini eru 69 átøk, sum tilmælt eru at seta í verk komandi tíðina. Í ætlanini er m.a. tilmælt at seta í verk screening fyri tarmkrabba, at broyta screeningina fyri lívmóðurhálskrabba og at víðka um bróstkrabbascreeningina.
Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu frá 22. desember 2022 stendur: «Átøk í Krabbameinsætlanini skulu fremjast, og bíðitíðin til útgreining skal styttast eins og bíðilistarnir í heilsuverkinum yvirhøvur.»
Sjálvt um tað eru gingin meira enn 2 ár síðan Krabbameinsætlanin varð handað, so eru ongi ella fá átøk úr ætlanini sett í verk og onki frættist um, at nøkur átøk eru á veg. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi,17. juni 2024
Johan Dahl