09. juli 2024

Johan Dahl fingið svar um verksetan av Krabbameinsætlanini

Svar upp á fyrispurning nr. 52-136/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um verksetan av Krabbameinsætlanini, frá Johan Dahl, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:

1. Verður arbeitt ítøkiliga við at seta í verk átøk í Krabbameinsætlanini, undir hesum pakkar til útgreining, viðgerð og eftirviðgerð?

Um ja, hvørji ítøkilig átøk er ætlanin at seta í verk, og nær kann roknast við, at átøkini verða sett í verk?

Um nei, hví verður ikki arbeitt við at seta í verk ítøkilig átøk?

2. Eru nøkur átøk í Krabbameinsætlanini longu sett í verk, hvørji og nær?

3. Er ætlanin at lógaráseta eina útgreiningar- og viðgerðartrygd innan krabbameinsøkið, og er ætlanin at leggja fram lógaruppskot t.d. í komandi tingsetu?

4. Hví er ikki longu sett í verk ein skipan við útgreiningar- og viðgerðartrygd innan krabbameinsøkið, tá hetta kann bjarga lívi og er viðgjørt í fleiri ár? 

5. Hvørji krøv eru til umsitingarligar skipanir, og hvør verður tørvurin á læknum og øðrum starvsfólkum í sambandi við verksetan av Krabbameinsætlanini ella pørtum av henni?

6. Hvat kostar ein útgreiningar- og viðgerðarskipan innan krabbameinsøkið at seta í verk ella partar av henni?

7. Hvør skipan er galdandi innan útgreining og viðgerð av krabbameini í norðurlendsku londunum?

8. Hvussu nógv doyggja árliga av krabbameini í Føroyum, kvinnur og menn?

9. Hvussu stór er deyðligheitin av kvinnum og monnum í Føroyum orsakað av krabbameini, og hvussu er støðan samanborið við norðurlendsku londini?

Til spurning 1 og 2

Tað verður áhaldandi arbeitt við at seta átøk í krabbameinsætlanini í verk. Niðanfyri verður í stuttum lýst nærri, hvørji átøk antin eru sett í verk ella eru ávegis.

Í krabbameinsætlanini frá 2022 eru 69 tilmæli. Eitt av hesum er at seta eitt tvørfakligt krabbameinsráð at ráðgeva landsstýrisfólkinum, m.a. um, hvussu tilmælini skulu raðfestast. Krabbameinsráðið varð sett á heysti í 2022 og lat í fjør landsstýriskvinnuni síni fyrstu tilmæli, sum í høvuðsheitum snúgva seg um:

  • Seta serlækna við palliatión í Sjúkrahúsverkinum.
  • Seta í verk nýggja ávísingar- og útgreiningar skipan (við útgreiningareind), har ávíst verður til ein felags “postkassa”.
  • Skipa eina screeningseind og seta í verk eina landsfevnandi screening fyri tarmkrabba í Føroyum.
  • Orða eina nýggja fólkaheilsuætlan, sum leggur dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk sum heild. Samstundis verður mælt til, at tað skal raðfestast at fáa sett nøktandi tiltøk í verk fyri at tálma royking, serliga millum ung.

Á fíggjarlógini í fjør og í ár eru oyramerktar játtanir settar av til at seta krabbameinsátøk í verk. Niðanfyri verður greitt frá, hvat status er viðvíkjandi teimum tilmælum, sum Krabbameinsráðið hevur latið landsstýriskvinnuni, umframt hvørji onnur tilmæli antin eru sett í verk ella eru ávegis at verða sett í verk.

Tilmæli frá Krabbameinsráðnum – støðulýsing

Eftir at hava fingið tilmælið frá Krabbameinsráðnum, setti eg arbeiði í gongd fyri at fáa sett tilmælini í verk. Niðanfyri verður í stuttum komið inn á, hvat status er hesum viðvíkjandi.

Palliatión

Eftir at Sjúkrahúsverkið hevði lýst eftir palliatiónslækna, eru tríggir serlæknar settir til at røkja funktiónina (brøk 1,0). Eisini fer Medisinski depilin at raðfesta nøktandi sjúkrarøktarfrøðiliga manning. Endamálið er at veita eina so góða palliativa viðgerð, at sjúklingar ikki verða innlagdir óneyðugt og kunnu hava eina góða tilveru í heiminum sum longst. Tá tað verður neyðugt at innleggja, verða karmarnir til tað, tí tá flutt verður í nýggja H-bygningin seinni í ár, verða tvær góðar ein-songs stovur oyramerktar til palliatión, ið er eitt stórt framstig samanborið við verandi karmar á B6 á Landssjúkrahúsinum.

Nú serlæknaøkið innan palliatiónina er mannað, er ætlanin at fara undir eina tilgongd, har  palliatiónin verður skipað sum ein landsumfatandi tænasta í samsvari við krabbameinsætlanina.

Nýggj ávísingar- og útgreiningar skipan

Eitt annað grundleggjandi tilmæli í krabbameinsætlanini var at seta í verk ein nýggja ávísingar- og útgreiningarskipan í heilsuverkinum, við tí endamáli at stytta um tíðarskeiðið frá tí, at lækni hevur  illgruna um krabba, til sjúklingurin er útgreinaður, og staðfest verður, um talan er um krabbamein ella ikki. Eftir at tilmælið frá Krabbameinsráðnum varð latið landsstýriskvinnuni, varð ein bólkur settur við umboðum frá Sjúkrahúsverkinum, Kommunulæknaskipanini og Krabbameinsfelagnum til at orða eitt tilmæli um, hvussu ítøkiliga skipanin kann verða sett í verk.

Eftir at tilmælið um íverksetan frá bólkinum varð latið landsstýriskvinnuni í januar í ár, hava Heilsumálaráðið og Sjúkrahúsverkið verið í tøttum samskifti í sambandi við at byggja upp hesa skipan. Játtan er sett av, og eftir ætlan verður sjúkrarøktarfrøðingur/samskipari settur í næstum, samstundis sum Talgilda heilsuskipanin verður tillaga soleiðis, at hon rúmar eini móttøkueind “postkassa”, har allar ávísingar við “illgruna um krabbamein” verða sendar til. Tá ið hesi viðurskifti eru betri skipaði, er skapt grundarlag fyri stigvíst at seta sonevndar pakkatilgongdir í verk. Hetta kemur landsstýriskvinnan at fylgja upp uppá.

Eitt øki sum hevur sera stóran týdning í sambandi við útgreining av krabbameini er endoskopiøkið, sum tekur sær av at kanna sjúklingar, har tað er illgruni um krabbamein í sodningarleiðini. Í ár hevur landsstýriskvinnan raðfest hetta økið við at seta fleiri fólk, keypa nýggj tól, umframt til eitt serligt átak fyri at minka um bíðilistan. 

Screeningseind og landsfevnandi screening fyri tarmkrabba

Eftir at tilmælið frá Krabbameinsráðnum varð latið, varð ein bólkur settur, við umboðum frá Sjúkrahúsverkinum, fyri at lýsa, hvussu ávikavist ein sceeningseind skal skipast umframt, hvussu ein landsfevnandi screening fyri tarmkrabba kann verða sett í verk í Føroyum. Í januar lat bólkurin tilmæli um, hvussu ein screeningseind eigur at skipast, meðan bólkurin í løtuni arbeiðir við tilmælinum um at seta í verk eina screening fyri tarmkrabba, sum eftir ætlan verður latið landsstýriskvinnuni í næstum.

Høvuðsuppgávurnar hjá eini screeningseind verða planlegging, praktisk viðurskiftir, góðskutrygging, at gera strategi fyri og eftirmeting av allari screening í Føroyum. Játtan er sett av og tilgongdin er byrjað við at skipa screeningseindina, sum verður skipað sum ein stápur undir Diagnostiska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Heilsupolitikkur og fólkaheilsuætlan

Í samsvari við samgonguskjalið er ein tilgongd byrja við at orða ein heilsupolitikk fyri Føroyar. Politikkurin skal hava sum ovasta mál, at allir borgarar sum longst varðveita sálarliga, kropsliga og sosiala vælveru, og at røtt og dygdargóð viðgerð verður veitt, tá hon krevst. Í heilsupolitikkinum verða eisini tey viðurskifti tikin við, sum vanliga eru partar í eini fólkaheilsuætlan. Hóast man ikki er farin undir arbeiðið at orða eina ítøkiliga fólkaheilsuætlan, er landsstýriskvinnan farin undir at seta tilmæli úr krabbameinsætlanini í verk, sum snúgva seg um at fyribyrgja krabbamein. Sum dømi kann nevnast, at sjøtul er settur á arbeiðið at orða eina nýggja og munabetri roykilóg (sí niðanfyri).

Heilsupolitikkurin skal hava eina visjón og røkka eitt 10-ára skeið, t.v.s. frá 2025 - 2035. Umframt langtíðarvisjónina, skal politikkurin hava ítøkilig mál fyri styttri tíðarskeið, og tað skal lýsast, hvørji átøk eru neyðug at seta í verk fyri at náa málunum, hvat kostnaðurin av átakinum er, og hvør tíðarætlanin er. 

Ætlanin er, at politikkurin skal leggjast fyri Løgtingið á heysti 2025.

Tiltøk at tálma royking

Í krabbameinsætlanini eru seks tilmæli, sum skulu virka fyri at tálma royking og heilsuskaðiligu avleiðingarnar av henni. Eg eri farin undir arbeiði at seta tilmæli í verk, sum hoyra undir mítt málsøkið. Hetta arbeiðið er skipað í trimum pørtum: 1) orða nýggja roykilóg; 2) fyribyrgjandi átøk og 3) tilboð um roykiavvenjing.

Eitt av málunum við roykilógini og átøkunum er, at árgangirnir hjá teimum, sum eru fødd í 2015 og seinni, verða roykfríir og ikki nýta aðrar nikotin ella tubbaksvørur.

Ætlanin við roykilógini er at veita øllum ein lógartryggjaðan rætt til at liva og virka í einum umhvørvi, sum ikki er heilsuskaðiligt. Høvuðsdentur verður lagdur á, at:  

  • Fyribyrgja at børn og ung byrja at roykja ella nýta aðrar tubbaks- og nikotinvørur.
  • Tryggja, at royking v.m. ikki er partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum.
  • Tryggja støðugt fleiri roykfrí umhvørvi.

Heilsustýrið hevur ábyrgdina av teimum fyribyrgjandi tiltøkunum og viðgerðartilboðum, sum skulu eggja fólki at leggja av at roykja og snúsa.

Eftir ætlan verður roykilógin løgd fram í Løgtinginum í byrjanini av 2025.

Onnur tilmæli – støðulýsing

Tað hevur eisini verið arbeitt við at seta onnur krabbameinsátøk enn tey, sum Krabbameinsráðið hevur mælt til. Niðanfyri verður í stuttum komið inn á, hvat status er hesum viðvíkjandi.

Betri hagtalsgrundarlag í Føroyum

Í samsvari við krabbameinsætlanina varð játtan í 2023 sett av til at styrkja krabbameinsskrásetingina í Føroyum. Samstundis varð ábyrgdin flutt frá Sjúkrahúsverkinum til Heilsustýrið til at umsita skrásetingina.

Heilsustýrið leggur nógva orku í at hagtøl eru álítandi, og Føroyar eru á hædd við hini norðurlondini í so máta. Heilsustýrið gjøgnumgongur tí allar patologiskar krabbameinsdiagnosur, og á hvørjum árið verður eisini farið ígjøgnum allar deyðsváttanir. Síðani verður hvør persónur eyðmerktur, og boð fara til ábyrgdarhavandi lækna í Sjúkrahúsverkinum fyri at skráseta við rætta oyðublaðnum. Hetta verður síðani fráboðað til Nordcan, ið er ein felags dátugrunnur fyri krabbameinshagtøl í Norðurlondum. Nordcan validerar og skrásetur tølini, soleiðis at tey á hvørjum árið kunnu leggjast út á teirra heimasíðu. Fleiri fundir eru hvørt ár við Nordcan-bólkin, sum váttar um mannagongdin og hagtølini eru í lagi.

Eftir at Heilsustýrið er farið at útgreina krabbameinstølini, hevur tað sambært Heilsustýrinum víst seg, at tølini viðvíkjandi deyðiligheit innan ávísar sjúkubólkar ikki eru so døpur sum upprunaliga mett. Til dømis vísa tølini, at gongdin innan ávísar sjúkubólkar hava verið so mikið góð, at tað nú doyggja lutfalsliga færri føroyingar enn danir innan hesar bólkar.

Endurmenning av krabbameinssjúklingum

Í samsvari við tilmæli í Krabbameinsætlanini eru ávikavist sálarfrøðingur og kliniskur sexologur settir í Sjúkrahúsverkinum, sum í dag eru partar av endurmenningartilgongdini av krabbameinssjúklingum.

Eisini er, í samsvari við ætlanini í dag, skipað ein/eitt endurmenningareind/toymi, ið tekur sær av krabbameinssjúklingum. Í toyminum eru fleiri fakbólkar, sum geva sítt íkast. Umframt sálarfrøðingur og kliniskur sexologur eru eisini fysioterapeutar, ergoterapeutar, sjúkrarøktafrøðingar og onkologur (krabbameinslækni) partur av toyminum. Toymið kann sostatt hjálpa fólki við krabbameinssjúku við ymiskum endurmenningartørvum.

Diagnostisk útgerð

Í sambandi við at diagnostisera sjúklingar hevur tað týdning, at tann neyðuga útgerðin og tólini eru nøktandi og dagførd. Í krabbameinsætlanini varð víst á tørvin at fáa útvega ein nýggjan CT-skannara og ein nýggjan MR-skannara. Eisini varð mælt til, at ein nýggjur mammomatur (bróst røntgentól) varð fingin til vega.

Í ár hevur Landssjúkrahúsið tikið ein nýggjan CT-skannara í nýtslu. Ein nýggjur 3T MR-skannari er somuleiðis tikin í nýtslu á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hesin skannari hevur, í samsvar við tilmælið í krabbameinsætlanini, ta neyðugu tøknina, sum verður nýtt til útgreinan av m.a. arvaligum bróstkrabba og til at diagnostisera prostatakrabba. Verandi MR-skannari á Landssjúkrahúsinum hevur ikki hesar møguleikar. Eftir ætlan verður klárt til at diagnostisera prostatakrabba í Klaksvík í september ella oktober í ár. Í samsvar við krabbameinsætlanina eru eisini fleiri MR-radiografar settir í Sjúkrahúsverkinum. Sjúkrahúsleiðslan metir afturvendandi um tørvin í mun til mongdina av kanningum.

Eisini er tað í ár fíggjarliga raðfest at fáa til vega eitt nýtt bróst røntgentól í sjúkrahúsverkinum. Harumframt er eitt nýtt ultraljóðtól í samsvari við krabbameinsætlanina keypt afturat verandi tóli.

Sjúkrahúsleiðslan hevur eisini, í samsvar við krabbameinsætlanina, gjørt eina ítøkiliga meting og tilmæli um, hvørji tól eru neyðug fyri at fáa ein vælvirkandi patologitænastu í Føroyum, har møguleiki verður fyri at gera fleiri patologiskar kanningar í Føroyum. Arbeitt verður í løtuni við at viðgera metingina og tilmæli.

Tólaparkin til klinisk biokemi[1] er skift í 2023 og ætlan løgd fyri framtíðar dagføring.

Onkologiska tænastan styrkt

Umframt verandi onkolog (krabbameinslækna) er føroyskur lækni settur í høvuðsútbúgvingarstarv í onkologi og konsulentavtalan við Ríkissjúkrahúsið er styrkt munandi.

Sjúklingasamskiparar/leiðbeinarar

Í krabbameinsætlanini varð mælt til, at sjúklingasamskipanin bleiv styrkt við sjúklingasamskiparum, sum fingu ábyrgd av at skipa samanhang upp á tvørs av geirum og sergreinum – eisini viðgerðarstovnar uttanlands. Eisini skuldi sjúklingurin hava ein navnfestan persón, sum hann ella hon kann seta seg í samband við, tá ið spurningar um sjúklingagongdina stungu seg upp.

Í dag eru sjúklingaleiðbeinarar settir í Sjúkrahúsverkinum, sum í stóran mun hava fingið omanfyrinevndu uppgávur. Á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum[2] er nærri kunning um hesar uppgávur hjá leiðbeinarunum, umframt telefonnummar og teldupostadressa har sjúklingar kunnu venda sær til, um teir hava

Broytingar í almannalóggávu

Til seinast skal nevnast, at í krabbameinsætlanini varð eisini mælt til at gera broytingar í okkara almannalóggávu fyri at betra um fíggjarligu umstøðurnar hjá teimum sjúklingum og avvarðandi, sum verða rakt av krabbameinssjúku. Síðstu árini eru umstøðurnar bøttar hesum viðvíkjandi. Niðanfyri verða nevndar nakrar av hesum broytingum.

Almannaveitingar vóru nærum ikki javnaðar í 10 ár frá 2011 til 2022, men við løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar, er javningin nú komin í eina fasta legu.

Í 2022 varð dagpeningalógin broytt, soleiðis at dagpengatíðarskeiðið hjá persónum við álvarsligum sjúkum varð longt úr 40 vikum í einum 12 mánað skeiði til 52 vikur í einum 18 mánað skeiði. Tá talan er um álvarsliga ella lívshættisliga sjúku, kann dagpeningur veitast í longri enn 52 vikur. Hetta fyri at fyribyrgja, at til dømis krabbameinssjúklingar skuldu enda á fyribils uppihaldsveiting, har treytirnar ikki eru eins góðar.

Fyri at geva foreldrum møguleika at syrgja, er løgtingslóg um almannatrygd og tænastur broytt soleiðis, at foreldur, sum missa eitt barn, kunnu fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í 26 vikur í part eftir andlátið.

Í 2021 kom skipanin við endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av doyggjandi. Upprunaliga var skipanin í høvuðsheitum til tey, sum doyggja heima. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum broytti í 2023 kunngerðina um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku soleiðis, at skipanin verður smidligari hjá teimum, sum eru løgd inn á sjúkrahús.

Til spurning 3

Sum tað framgangur í svarinum omanfyri, er eitt arbeiði sett í gongd við tí endamáli at skipa ávísingar- og útgreiningarskipanina betri. Landsstýriskvinnan metir ikki, at tíðin er búgvin til at leggja lógaruppskot fram í komandi tingsetu við tí endamáli at lógaráseta mest loyvdu bíðitíðir til ávikavist útgreining og viðgerð. Teir skipanarligu karmarnir, sum tað í løtuni verður arbeitt við, eiga at koma uppá pláss fyrst.

Til spurning 4

Hví ávísar skipanir viðvíkjandi útgreining og viðgerð ikki eru settar í verk fyri langari tíð síðani,  hevur landsstýriskvinnan ikki nakað ítøkiligt svar uppá. Í samgonguskjalinum stendur, at “Átøk í krabbameinsætlanini skulu fremjast, og bíðitíðin til útgreining skal styttast...” Tað er hendan  málsetning, sum landsstýriskvinnan tekur atlit til og samstundis hevur sett eitt arbeiði í verk fyri at fremja.

Til spurning 5

Tað eru ávís krøv til umsitingarligar skipanir í sambandi við verksetan av krabbameinsætlanini. Millum annað skal ein nýggj móttøkueind (postkassi) gerast í Talgildu heilsuskipanini, ið verður kallað “Krabbaútgreiningareindin”, sum allar nýggjar ávísingar við “illgruna um krabbamein”, skulu sendast til.

Arbeiðsbólkurin, sum hevur orðað tilmæli um nýggju skipanina, vísti á, at tað er heilt sentralt, at vit í Føroyum gera eina góða skipan at tryggja eina neyva monitorering (skráseting) av gongdunum. Á tann hátt ber til at síggja nær og hvar trupulleikar eru, ið elva til, at sjúkugongdirnar ikki eru nøktandi. Harafturat er neyðug skjalfesting tøk, tá eftirlit verður framt, um ásettu tíðarfreistirnar  verður hildnar. Hetta verður eisini ein partur av arbeiðinum við at verkseta eina nýggja ávísingar- og útgreiningarskipan.

Sambært krabbameinsætlanini er tørvur á at seta fleiri læknar og onnur starvsfólk í sambandi við verksetan av Krabbameinsætlanini. Í sambandi við raðfestingina við at seta ætlanina í verk eru fleiri av hesum antin sett í starv ella eru ávegis, har játtan er sett av til at seta størvini. Til dømis kann nevnast serlæknar til palliativa øki (brøk 1,0), lækni settur í høvuðsútbúgvingarstarv í onkologi (og konsulentavtalan við Ríkissjúkrahúsið er styrkt munandi), kliniskur sexologur, sálarfrøðingur, sjúklingaleiðbeinarar, MR-radiografar, sjúkrarøktarfrøðingur/samskipari til ávísingar- útgreiningarskipan, sjúkrarøktarfrøðingur og læknaskrivari til endoskopi, læknaskrivari til screeningseind v.m.

Til spurning 6

Í tilmælinum um eina nýggja ávísingar- og viðgerðarskipan verður samlaði kostnaðurin mettur til umleið 6-7 mió. kr. í størvum, umframt keyp av tóli til patologiina og umbygging av endoskopihølum. Nevnast skal í hesum sambandi, at peningur er játtaður til fleiri av størvunum.

Til spurning 7

Skipanirnar í teimum norðurlendsku londunum eru ymiskar. Sum kunnugt hevur Danmark lógarásettar freistir, tá ið tað til dømis kemur til útgreining og viðgerð.

Í sambandi við hendan fyrispurningin hevur Heilsumálaráðið spurt seg fyri í hinum Norðurlondunum. Innan freistina er eydnast at fáa svar frá Norra, Íslandi og Grønlandi. Einki av hesum trimum londunum hevur, eins og Danmark, sett í verk lógarásettar freistir. Norra hevur sett krabbameinspakkar í verk við vegleiðandi tíðarfreistum. Í Íslandi kann Heilsustýrið áseta leiðreglur um vegleiðandi bíðitíðir, men hetta er ikki gjørt enn. Grønland hevur heldur ikki lógarásettar freistir, men arbeitt verður við at seta krabbameinspakkar í verk fyri tríggjar ítøkiligar diagnosir, men pakkarnir fara eftir ætlan ikki at innihalda mest loyvdar bíðitíðir.   

Til spurning 8

Í tíðarskeiðnum 2010-2022 eru í miðal umleið 107 fólk í Føroyum deyð av krabbameini um árið, umleið 61 menn og 46 kvinnur.

Til spurning 9

Í tíðarskeiðinum 2010-2021 eru í miðal deyðir 257 menn pr. 100.000 í Føroyum. Í Grønlandi, har tað var hægst, var hetta tal 392 og í Danmark, har tað var næst hægst, var talið 302. Lægsta miðaltalið var í Svøríki, har tað var 232.

Í Føroyum doyðu í miðal 165 kvinnur pr. 100.000 í sama tíðarskeiði. Í Grønlandi, har tað var hægst, var talið 357 og í Danmark, har tað var næst hægst, var talið 218. Lægsta miðaltalið var í Finnlandi, har var tað 153.

Heilsumálaráðið, 1. juli 2024

Margit Stórá

landsstýriskvinna

 

[1] Innanfyri kliniska biokemiska økið í sjúkrahúsverkinum, verða gjørdar allar møguligar kanningar av blóð, landi og øðrum vætum úr kroppinum – eisini fyri at diognostisera krabbameinssjúku. Hetta er eitt økið, sum kann roknast fyri at vera ein „høvuðsmotorur“ í heilsuverkinum, og ger yvir eina millión kanningar um árið.