08. august 2024

Sambandsflokkurin og yvirtøkur

Fríggjakvøldið 2. august viðgjørdi Dagur og Vika uppskotið hjá Sambandsflokkinum um nýskipan av ríkisfelagsskapinum. Í sambandi við innslagið, var Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður fyri Javnaðarflokkin, í sjónvarpsstovuni fyri at útgreina málið.

Tað kann vera eitt gott hugskot, at fjølmiðlarnir lata serfrøðingar siga sína hugsan um ymisk viðurskifti, sum teir hava innlit í, tí tað kann hjálpa hyggjarunum at skilja málið betur. Men vandin við at brúka fyrrverandi politikarar til henda leiklutin er, at líkamikið hvat teir siga, so verða teir altíð roknaðir sum politikarar, og eisini kann tað vera trupult hjá teimum at halda seg frá at siga okkurt, sum er meira partapolitikkur enn serfrøði.

Tað var serliga tað eina, sum Jóannes segði hetta kvøldið, sum eg helt vera í so partapolitiskt. Tað var tá hann segði, at Sambandsflokkurin hevði verið ímóti yvirtøkum, og at tað tí var ein broyting, at flokkurin nú vildi gera yvirtøkur. Hann segði millum annað soleiðis:

“Eg minnist eitt samgonguskjal, sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skrivaðu undir í 96, hugsi eg at tað var, hvar ið Sambandsflokkurin av neyð kundi ganga við til at mann kundi kanna møguleikarnar fyri yvirtøkum. – So hetta eru nýggir tónar...”

Hetta er beinleiðis skeivt! Tað vóru ikki yvirtøkur, sum sambært samgonguskjalinum frá 1996 “kundu kannast”. Orðingin í samgonguskjalinum snúði seg um at “kanna viðurskifti Føroya í ríkisfelagsskapinum”. Hetta var í kreppuárunum, ella beint aftaná, so yvirtøkur høvdu ikki høga raðfesting tey árini – tvørturímóti. Eg minnist, at arbeiðarafeløgini, í 1992, mæltu politikarunum til at biðja donsku stjórnina yvirtaka arbeiðaramál aftur sum felagsmál, fyri at geva føroyskum arbeiðsleysum somu sømdir, sum donsk arbeiðsleys høvdu. Tó kann nevnast, at Edmund Joensen, løgmaður, í landsstýrisskeiðinum frá 1996 – 1998, legði eitt uppskot fyri tingið um at yvirtaka Realin, men tað uppskotið fall burtur, tí val bleiv útskrivað.

Sambandsflokkurin hevur verið við til nógvar yvirtøkur

Tá talan er um at yvirtaka málsøki eftir heimastýrislógini, so er Javnaðarflokkurin tann flokkurin, sum hevur verið partur av teimum flestu yvirtøkunum, meðan Sambandsflokkurin er á øðrum plássi, so yvirtøkur eru ikki fremmandar fyri Sambandsflokkinum. Tá vit fingu heimastýrislógina í 1948, blivu nógvar yvirtøkur gjørdar, og eisini vórðu møguleikar skaptir í heimastýrislógini fyri fleiri yvirtøkum. Hetta var meðan Andrass Samuelsen, var løgmaður. Eisini var Sambandsflokkurin partur av landsstýrinum sum samtykti yvirtøkulógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina. Yvirtøkulógin bygdi í stóran mun á Nýskipanaruppskotið, sum Sambandsflokkurin legði fram í 1999.

Nýggjar tíðir

Tað sum er broytt síðani kreppuárini fyrstu í 90-árunum er, at Føroyar eru farnar frá at vera eitt land á húsagangi, við einum vavstri av almennum veðhaldum, manglandi eginpeningi allastaðni, og eingin hevði ábyrgdina av nøkrum, til at vera eitt nýmótans land við parlamentarismu, ráðharraábyrgd, nýmótans umsiting, vatntøttum skotti millum Landsstýri og Løgting o.s.fr. Tí er tað ikki løgið, at danski forsætismálaráðharrin nú sigur, at vit eru klár at taka størri uttanríkispolitiska ábyrgd. Hesum vil Sambandsflokkurin vera partur av. Flokkurin gongur enn sum áður inn fyri ríkisfelagsskapinum, men er altíð til reiðar at gera broytingar sum tæna fólkinum best.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður