08. august 2024

Johan Dahl spyr um fyrisitingarútreiðslur á almannaøkinum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður

Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum

Evni: Fyrisitingarútreiðslur á almannaøkinum

Spurningar:

1. Hvussu stórar eru samlaðu útreiðslurnar til ávikavist:

   1) fyrisitingarligar uppgávur (lønir, keyp av vørum og tænastum o.a.) og

   2) útinnandi uppgávur á almannaøkinum (lønir, keyp av vørum og tænastum o.a.) í tíðarskeiðinum 2010-2024, býtt upp á funktiónir/ stovnar/ øki í landinum o.a.?

2. Hvussu stórt tal av starvsfólkum (ársverk) eru sett til ávikavist fyrisitingarligar uppgávur og útinnandi uppgávur á almannaøkinum í tíðarskeiðinum 2010-2024, býtt upp á funktiónir / stovnar/ øki í landinum o.a.?

3. Hvussu stór er útskiftingin av starvsfólkunum í fyrisitingini og millum tey, sum røkja útinnandi uppgávurnar?

4. Hvussu er støðan viðvíkjandi rekruttering av starvsfólkum til fyrisitingarligar og útinnandi uppgávurnar, og hvørji eru útlitini?

5. Hvør er gongdin í talinum av brúkarum, veitingum og tænastum í tíðarskeiðinum 2010-2024, býtt upp á øki/ slag, og hvørji eru útlitini?

Viðmerkingar:

Sambært løgtingsfíggjarlógini 2024 verða útreiðslurnar til almannamál tilsamans umleið 2,1 milliard kr., íroknað rakstur, lógarbundnar útreiðslur o.a. umframt løgur. Í leiðslukunningarskipanini hjá Føroya Gjaldstovu sæst t.d., at rakstrarjáttanin í 2023 var upp á 630 mió. kr. til almannamál. Talan er um eina tvífaldan upp á 10 ár til fyrisitingarligar útreiðslur til lønir, leigu o.a.

Tað hoyrist ofta í miðlunum, at brúkarar av Almannaverkinum uppliva, at peningur ikki er til hetta og hatta til brúkaran ella til heitu hendurnar til tær útinnandi uppgávurnar, men samstundis síggja vit fyrisitingina hjá Almannaverkinum vaksa skjótt og ógvusliga. Organisatoriskt eru vorðin nógv løg og funktiónir. Hetta kann føra við sær, at skipanin gerst stirvin, m.a. við tí úrsliti, at heitu hendurnar støðast illa.

Útreiðslurnar á almannaøkinum eru vaksnar nógv seinastu árini. Spurningurin er nú m.a., hvussu vit megna at fíggja hetta økið í framtíðini og eisini tryggja, at vit fáa sum mest fyri pengarnar, og at jattanir í mest møguligan mun fara til at loysa kjarnuuppgávur. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 8. august 2024

Johan Dahl