22. august 2024

Johan Dahl fingið svar um fyrisitingarútreiðslur á almannaøkinum

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-011/2024 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um Fyrisitingarútreiðslur á almannaøkinum

Spurningar:
1. Hvussu stórar eru samlaðu útreiðslurnar til ávikavist
   1) fyrisitingarligar uppgávur (lønir, keyp av vørum og tænastum o.a.) og
   2) útinnandi uppgávur á almannaøkinum (lønir, keyp av vørum og tænastum o.a.) í tíðarskeiðinum 2010-2024, býtt upp á funktiónir/ stovnar/ øki í landinum o.a.?

2. Hvussu stórt tal av starvsfólkum (ársverk) eru sett til ávikavist fyrisitingarligar uppgávur og útinnandi uppgávur á almannaøkinum í tíðarskeiðinum 2010-2024, býtt upp á funktiónir / stovnar/ øki í landinum o.a.?

3. Hvussu stór er útskiftingin av starvsfólkunum í fyrisitingini og millum tey, sum røkja útinnandi uppgávurnar?

4. Hvussu er støðan viðvíkjandi rekruttering av starvsfólkum til fyrisitingarligar og útinnandi uppgávurnar, og hvørji eru útlitini?

5. Hvør er gongdin í talinum av brúkarum, veitingum og tænastum í tíðarskeiðinum 2010- 2024, býtt upp á øki/ slag, og hvørji eru útlitini?

Sjá svarið - trýst her