22. august 2024
Hann hevur einsamallur umboðað Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð í 16 ár
Og fyri ta tíð sat hann í 16 ár í bygdarráðnum á Velbastað. Tað vil siga, at Annfinn Brekkstein hevur 32 ára royndir í kommunalpolitikki, nú hann bjóðar seg fram til enn eitt skeið í Tórshavnar býráð.
– Eg eri spurdur og eg havi boðað Føroya Væl, sum er valfelag Sambandsfloksins í Havn, frá, at eg bjóða meg fram til býráðsvalið aftur hesaferð, sigur Annfinn Brekkstein, tá vit spyrja hann um uppstilling.
Sambandsflokkurin hevur havt sín fyrsta uppstillingarfund, og sum skilst eru nøkur nøvn komin á listan. Eftir eru tveir uppstillingarfundir, áðrenn listin er endaligur.
Býráðsvalið verður 12. november, og tríggjar vikur fyri valdagin klokkan 18 skulu listarnir vera inni.
Hóast Annfinn Brekkstein hevur verið einsamallur sambandsmaður í býráðnum øll árini, so hevur flokkurin havt sína stórheitstíð. Serliga eftir at Listbeth Petersen, sála, sum andaðist herfyri, varð vald í býráðið í 1984. Hon umboðaði eisini flokkin einsamøll og gjørdist varaborgarstjóri hjá Poul Michelsen.
Í 1988 stillaði Heðin Mortensen eisini upp fyri sambandsflokki, og eftir býráðsvalið í 1992 gjørdist Lisbeth Petersen borgarstjóri. Tá fekk flokkurin vindí seglini og vaks til fýra umboð.
Dagin eftir býráðsvalið í 2004 kom rok í hjá Sambandsflokkinum, tí Heðin Mortensen hevði skipað samgongu við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Hini í flokkinum vildu hava samgongu við Fólkaflokkin og at Jan Christiansen í Fólkaflokkinum skuldi halda fram sum borgarstjóri.
Heðin Mortensen varð síðani koyrdur úr Sambandsflokkinum. Hann fór tí upp í Javnaðarflokkin, og tí var tað Javnaðarflokkurin, sum fekk borgarstjórasessin, sum Heðin Mortensen hevði ætlað at Sambandsflokkurin skuldi fáa.
Á valinum í 2008 full tey bæði umboðini hjá Sambandsflokkinum í býráðnum, Høgni Mikkelsen og Beate L. Samuelsen – og Annfinn Brekkstein var einsamallur valdur fyri Sambandsflokkin. Hann er síðani afturvaldur í 2012, 2016 og 2020 – hvørjaferð sum einsamalt umboð fyri Sambandsflokkin.
Sambandsflokkurin er í samgongu við Javnaðarflokkin, sum hevur seks umboð í býráðnum, har Annfinn Brekkstein er varaborgarstjóri.
Leinkja: https://in.fo/news-detail/annfinn-brekkstein-aetlar-saer-fimta-skeidid-i-byradnum