16. oktober 2024
Annfinn Brekkstein, eg eri 64 ára gamal, giftur og vit eiga 2 gentur ávikavist 30 og 38 ár. Vit eru ríkaði við 5 ommu- og abbabørnum.
Eg havi sitið í býráðnum í Tórshavnar kommunu í 16 ár og áðrenn tað, sat eg í bygdaráðnum í Kirkjubøar kommunu í 16 ár, har eg sat sum borgmeistari í 8 ár. So tilsamans havi eg sitið sum kommunalpolitikkari í 32 ár.
Eg trívist í kommunalpolitikki og gleðist um alla ta framgongd og øll tey úrslit, sum eg havi verið við til at arbeitt fyri í okkara kommunu, so vit hava eina sera góða kommunu við nógvum góðum tilboðum til allar aldursbólkar. Tað skal vera gott at búgva í okkara kommunu, og tað vil eg framhaldandi arbeiða fyri, fái eg aftur møguleikan.
Eg fari at halda á fram við at betra um okkara kjarnutænastur, vælferð á dagstovnaøkinum, eldarøkinum, halda á fram við at betra um kloakkviðurskiftini, viðlíkhald av vegunum, bygningum, og menna møguleikar og trivna hjá borgarunum, at liva í Tórshavnar kommunu.
Annfinn Brekkstein
valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn