17. oktober 2024
Hey, eg eiti Halla, og eg eri átjan ára gomul. Eg stilli upp til kommunuvalið 2024 fyri Sambandsflokkin, tí eg meti at tey ungu mangla eina rødd.
Í gerandisdegnum gangi eg á Glasi á triðja ári, har eg eisini eri næstforkvinna í næmingaráðnum. Sum ung fari eg á val fyri tey ungu, og raðfesti tey málini, sum eru tengd at okkum!
Hjartamál míni fevna um trivna og vælferð. Eg fari at leggja dent á bústaðarumstøðurnar, frítíðartilboðini og betri umhvørvisloysnir.
Halla Herdalur Poulsen
valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn