17. oktober 2024
Eg eiti Arni Holm Carlsen, og eg eri valevni fyri Sambandsflokkin til kommunuvalið 2024 í Tórshavnar kommunu.
Eg havi egið ráðgevaravirki, ið ráðgevir, mennir og sniðgevur framleiðslulinjur til fiskiídnaðin. Somuleiðis eri eg tónleikari og lagsmiðjur.
Dagliga ráðgevi eg fyritøkum um allan heimin at skipa seg best møguligt. Tí vil eg geva mítt íkast, soleiðis at borgarar í Tórshavnar kommunu fáa mest møguligt fyri teir pengar, ið teir gjalda til felagskassan.
Mítt hjartamál er, at Havnin skal verða ein livandi býur við tónleiki, sjónleiki, ítrótti og matmentan. At øll børn hava somu møguleikar at íðka frítíðarítriv, uttan mun til fíggjarligt rásarúm hjá foreldrum.
Bæði ungar sum eldri familjur skulu hava bestu umstøður. Býurin skal vera reinur – eisini kloakkirnar.
Vinnan skal hava bestu karmar at virka í kommununi.
Arni Holm Carlsen
valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn