18. oktober 2024
Eg eri “nonnufrensur”, ið eri uppvaksin á Frælsinum í Havn.
Eg eri 50 ár og búsitandi í Hoyvík. Eri útbúgvin lærari, og havi starvast sum lærari í Føroyum og á altjóða skúla.
Eg havi í mong mong ár verið virkin innan missións-, barna-, ungdóms- og hjálpararbeiði.
Hjartamálini hjá mær eru:
1. Býráðið má til eina og hvørja tíð raðfesta kjarnuøkini hjá kommununi, og tað má ongantíð vera so, at aðrar verkætlarnir ganga útyvir kjarnuøkini. Har viðurskiftini eru ógreið millum land og kommunur, skal tað loysast tey næstu 4 árini.
2. Alt barna- og ungdómsarbeiðið, skal fáa somu raðfesting. Ein stuðulsskipan skal gerast, so at øll tey, ið eru virkin og gera eitt munagott arbeiðið fyri okkara børn og ungu skulu fáa javnbjóðist stuðul.
3. Kommuna hevur framt alt ov nógvar broytingar í byggjusamtyktum tey síðstu árini, tað má gerast við størri umhugsni.
4. Øll, ið búgva á postnummar 100, 160, 175, 176, 177, 178, 180, 185, 186, 187, 188, 270, 280, 285, 410, 415 og 416 skulu við stoltleika siga, at hetta er okkara kommuna.
Tí er umráðandi, at kommunan virðir býar- og bygdasamleikan hjá øllum í kommununi.
Jóhan Petur Johannesen
valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn