22. oktober 2024

Eldrabýlingar við røktarheimi

Í Jammerbugt kommunu, er ein eldrabýlingur skipaður á tann hátt, at eldrabústaðir og røktarheim, eru á sama vegi. Hetta hevur við sær, at tann makin, sum hevur tørv á røkt, kann búgva á røktarheimi, meðan hin kann búgva í egnari íbúð, sum er innrættað til eldri fólk. .

Hóast ein er fulltíðar røktarkrevjandi, er makin ikki latin eftir heima, men kann flyta inn í minni íbúð, samtíðis sum røktarkrevjandi makin, fær tí neyðugu hjálpina, og tey framvegis kunnu vera nógv meira saman, sjálvt um tey eru komin til aldurs.

Í løtuni er ikki nøktandi, at einasti møguleiki tey eldri hava, tá tey ikki klára seg eins fullvæl heima sum tey áður hava gjørt, at so er røktarheim einasti møguleikin.

Fleiri klára seg heilt væl, men hava møguliga tørv á nakað av hjálp, meðan onnur ikki megna at verða verandi heima. Tá má ein møguleiki verða, sum millum lið millum heimið og røktarheim.

Anita Heinesen

valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn