24. oktober 2024
Nú hevur býráðið loksins samtykt, at turistar skulu gjalda fyri at brúka Bussleiðina.
Talan er um eitt mál, sum eg havi arbeitt miðvíst fyri at fáa samtykt.
Tað er nú søga, at skattgjaldarin í okkara kommunu skal rinda fyri ríkar turistar, sum koma á vitjan í okkara høvuðstaði.
Teir mugu nú rinda fyri tær tænastur, sum teir brúka, m.a. Bussleiðina, eins og mann ger í nærmast øllum heiminum - og hví ikki í Føroyum.
Turistar skulu rinda fyri tær tænastur, sum teir brúka og ikki skattgjaldarin í okkara kommunu. Vit skulu fáa sum mest burtur úr okkara ferðavinnu.
Politikkur snýr seg um at hava ávirkan og skapa úrslit, og hetta er eitt av mínum hjartamálunum, sum nú er avgreitt av býráðnum.
Annfinn Brekkstein
varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu