25. oktober 2024
Eg eiti Pól Flosi Johansen og eri 48 ára gamal. Havi starv sum sjálvstøðugur vinnurekandi og sjómaður. Eg eri búsitandi í Havn við konu og 3 børnum.
Eg velji at stilla upp til kommunuvalið, tí eg ynski at betra um umstøðunar hjá borgarunum í Tórshavnar kommunu - ung sum eldri, tað skal verða pláss til okkum øll.
Vit skulu hava fleiri og betri tilboð til børn og ung, ið hava serligan tørv, so sum skúla, barnagarð og vøggustovu.
Tað skal ikki verða ein fíggjarlig byrða at hava børn í vøggustovu/ barnagarði, tí má gjaldið lækkast.
Trivnaðurin hjá ungdóminum má raðfestast hægri.
Tær smáu ítróttargreinarnar skulu raðfestast hægri og hava betri sømdir at virka.
Eldraøkið má betrast, tey eldru eru ikki ein byrða, tey hava tænt fyri seg og hava rætt til ein góðan aldurdóm við góðum og tryggum kørmum.
Vinnan, tað privata og kommunala, má sjálvandi hava góð kor og greiðar karmar at virka innanfyri.
Nú er nokk tosað - vel Flosa.
Pól Flosi Johansen
valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn