28. oktober 2024

Miðbýurin - hjartað í Tórshavn

Stendur tú við springvatnið og lýtur omaneftir Sverrisgøtu, so er lítið hugaligt, og dámligt yvir gøtuni. Allan vegin líka niðan til FK, er lítil sjarma yvir einari annars sera søguríkari gøtu.

Framvið FK og niðan til gamla Kirkjugarðin, liggur ein ørgrynna av handlum, sum ikki koma til sín rætt, tí gøtan ikki er so hugnalig. Gongubreytin er illa farin, býlingar, sum standa gapandi tómir, og tað er so at siga onki prýðiligt at ganga, og kann eisini verða torført fyri tey, sum eru avmarkaði rørsluliga.

Handilsfólkini hava gjørt vart við seg, tey hava sent uppskot, tey hava savnað undirskriftir, men lítið hendi, hóast tey fingu lova broytingar.

Miðbýurin er hjartaði, miðbýurin er eitt so hugnaligt stað, men hann er órøktur, millum krókarnar, og tað tykist sum um, ongin verulig ætlan er, fyri henda annars hugnaliga miðbý.

Vinnan skal hava tað gott, vinnan skal fáa javnbjóðis møguleikar, soleiðis at hon kann mennast í okkara kommunu, og ein yvirskipað ætlan skal leggjast fyri miðbýin, so vinnan kann virka í besta umhvørvinum.

Anita Heinesen

valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn