29. oktober 2024
Ein av høvuðsorsøkunum til, at eg bjóði meg fram til býráðsvalið er, at eg ynski, at býarplanlegging, trivnaður millum borgararnar og tann grøna umleggingin verður raðfest hægri. Hetta er ovarlaga á listanum av málum, eg ynski at útinna.
Hetta samsvarar væl við úrslitið av nøgdsemiskanningini, ið Kringvarp Føroya hevur latið gjørt í samband við kommunuvalið.
Tá talan er um býarplanlegging, hevur tað týdning, at vit hugsa um at skapa grøn øki, spælipláss og pláss til trivnað hjá teimum, ið seta búgv. Vit skulu hugsa trygd inn í býarplanleggingina og tað skal til eina og hvørja tíð verða trygt at vera barn og vaksin í Tórshavnar Kommunu.
Vit skulu tryggja okkum fleiri og ymiskar bústaðarmøguleikar, so útboðið dekkar teir ymisku tørvirnar hjá teimum ymisku borgarunum.
Trivnaðurin skal raðfestast, so fólk í grannaløgunum koma hvørjum øðrum við. Felagshús, spælipláss og grøn øki eru við til at skapa júst henda trivnaðin.
Tað hevur eisini týdning, at vit gera tað lættari at velja grønu umleggingina. Tað skal gerast lættari og bíligari, tá borgarar velja sær grønar orkuloysnir til húsarhaldið, og tað skulu gerast fleiri løðistøðir til el-bilar í kommununi.
Sunnvá Dahl Høgfeldt
valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn