30. oktober 2024

Ungdómurin

Tað er okkara skylda sum kommuna at passa uppá okkara ungu. Alt ov ofta hoyra vit um ung, ið eru komin illani fyri av rúsevnum og rúsdrekka. Tað má vera okkara fremsta uppgáva at arbeiða fyribyrgjandi, at geva teimum ungu møguleikan at mennast og verða partur av einum góðum felagsskapi.

Hetta gera vit m.a við at hava fleiri fjølbroytt ítróttartilboð. Vit mugu eisini raðfesta tey, ið ikki hava hug til at íðka ítrótt, tey skulu eisini hava karmar til at mennast í, bæði listarliga og kreativt.

Vit hava tíbetur nógvar eldsálir, ið fegin vilja arbeiða innan hesu økir, men hølir til hesi mugu vit útvega.

Ungdómurin hevur uppiborið, at vit gera okkara besta fyri, at tey mennast og trívast.

Pól Flosi Johansen

valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn