04. november 2024

Fleiri og fjørbroyttari bústaðir í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna er heimsins besta stað at seta búgv, lat ongan iva vera um tað.

Sjálvur arbeiði eg dagliga við sølu av ognum. Í arbeiði mínum hitti eg tískil nógv, ið leita sær eftir sínum dreymabústaði.

Húsamarknaðurin í Tórshavn er trýstur, og avmarkað útboð er av ognum, ið eitt nú yngri barnafamiljur kunnu ogna sær, sum ger tað trupult at seta sær búgv.

Eg kenni tørvin á marknaðinum, tí vil eg at arbeiða fyri, at vit fáa fleiri útstykkingar av gundøkjum, bæði til privat og vinnuligt endamál. Eisini til teirra, ið hava minni vinnuligt virksemi.

Umframt tað skulu fleiri bústaðir byggjast saman við landinum og Bústøðum, herundir íbúðir, lestraríbúðir og íbúðir, ið hóska seg til eldri fólk.

Men vit skulu altíð hava góða, skynsama býarplanlegging í huga, tá farið verður í gongd við slíkar verkætlanir. Vit skulu tryggja okkum, at tað eru grøn øki knýtt at, vit skulu tryggja okkum góð, trygg grannaløg, vit skulu tryggja okkum burðardygd. Hetta førir við sær, at vit fáa øki, ið verða nógv eftirspurd, og tá er eisini grundarlag fyri trivnaði hjá teimum, ið ynskja at seta sær búgv.

Tá vit gera forarbeiði gott vita vit eisini, at vit sleppa undan byggigølum, sum føra við sær ein óneyðugan meirkostnað.

Vit skulu hava í huga, at tað eru skattakrónurnar hjá øllum tykkum í Tórshavnar kommunu, ið verða brúktar. Hetta skulu vit hava virðing fyri.

Petur Frank Jákupsson Holm

valevni fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu