06. november 2024

Skulu vit hava vakmyndatól í miðbýnum í Havn?

Í flestu høvuðsstøðum kring heimin eru vakmyndatól á hvørjum horni á almennum støðum. Eg haldi, at tíðin er búgvin til, at vit taka stigið og fáa vakmyndatól í miðbýnum í Havn.

Eg meti, at tað eru fleiri fyrimunir enn vansar við júst hesum. Við vakmyndatólum ber til at tálma kriminalitet. Myndatólini kunnu virka fyribygjandi samstundis sum, at tey verða ein próvbyrða hjá løgregluni í teimum støðum, at tað er neyðugt. Hetta hevur við sær, at borgarar, vinnulív og vitjandi kunnu kenna seg tryggari, tá tey ferðast í miðbýnum. 

Løgreglan hevur seinasta árið fingið fleiri fráboðanir um harðskap, og tó hevur tað verið avbjóðandi at finna fram til brotsmenninar. Tað savnast nógv fólk í miðbýnum, serliga í náttarlívinum, og tað er oftast tá, at hesar hendingarnar fara fram. Kanningar vísa, at 99% av øllum politimálum, ið fara fram, har vakmyndatól eru, verða uppklárað. Tað haldi eg, í sær sjálvum, er besta grundgevingin fyri at seta upp vakmyndatól. Hetta hevur eisini við sær, at bæði tíð og orka hjá løgregluni og rættarskipanini, verður brúkt skynsamari. 

Røddir hava verið frammi og víst á avbjóðingina; at vakmyndatól gera seg inn á privatlívið hjá fólki. At seta upp vakmyndatól krevur greiðar reglur og mannagongdir, soleiðis at tað bert eru løgreglufólk, ið hava atgongd til upptøkurnar í teimum førum, har okkurt álvarsligt er farið fram. 

Fyri meg, sum kvinna, hevði vakmyndatól økt sera nógv um trygdarkensluna, og í mínum hugaheimi eru fleiri fyrimunir enn vansar við vakmyndatólum. Tí skulu tey setast upp.

Sunnvá Dahl Høgfeldt

valevni fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu