09. november 2024
Fleiri av okkara eldru borgarum hava bæði hug, heilsu og orku at halda fram við at arbeiða aftaná náddan pensjónsaldur. Men okkara skipan við mótrokning av arbeiðsinntøku omanfyri 61.900 kr. árliga ger hetta lítið áhugavert og stimbrandi.
Tí vil Sambandsflokkurin avtaka mótrókningina fyri arbeiðsinntøku hjá pensjónistum, og hevur lagt uppskot um hetta fyri løgtingið.
Hetta fer at gera tað meira áhugavert fyri teir pensjónistar, sum hava hug, heilsu og orku at arbeiða at taka eitt eyka tak - og verða longur á arbeiðsmarknaðinum.
Her er ikki talan um at hækka pensjónsaldurin. Men at geva teimum, sum vilja og kunna, møguleika at arbeiða uttan at stúra fyri mótrokningini.
Hesi hava eitt langt arbeiðslív aftanfyri seg, og skulu tí ikki noyðast av arbeiðsmarknaðinum. Tey, sum framhaldandi vilja skapa, skulu hava møguleika til hetta. Latið okkum tryggja, at tey kunnu halda fram á arbeiðsmarknaðinum, um tey ynskja tað - fyri teirra egnu skyld. Fyri okkum øll.
Sambandsflokkurin