11. november 2024

Løgmaður ongar ætlanir um at tillaga sín egnað rakstur

Eftir svarinum frá Løgmanni at døma, er lítið, sum bendir, at hann gongur undan og vísir afturhaldni í útreiðslunum í landsumsitingini

”Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 047/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um tal av landsstýrisfólkum og aðalráðum

Fyrispurningur:

  1. Ætlar løgmaður at halda aftur í útreiðsluvøkstrinum og lækka talið av landsstýrisfólkum og aðalráðum ?

Svar:

At halda aftur í útreiðsluvøkstrinum er eitt áhaldandi arbeiði, sum landsstýrið arbeiðir við.

Eftir valið í 2022 hækkaði talið av landsstýrisfólkum úr sjey upp í níggju. Samgongan ynskti politiskt at uppraðfesta umhvørvismál, sum tí fekk sítt egna Umhvørvismálaráð, umframt at eitt Barna- og útbúgvingarmálaráð varð stovnað við tí endamáli at tryggja at børn í Føroyum ikki detta niður ímillum skipanir, sum ikki virka nóg væl saman, tí tær eru undir ymiskum málsøkjum.

Samgongan hevur ongar ætlanir um at niðurraðfesta umhvørvismál, og tí er nýtt landsstýrisfólk sett í umhvørvismálum.

Í Tinganesi, 8. november 2024

Aksel V. Johannesen løgmaður”

Sambandsflokkurin