11. november 2024

Eldraøkið - fleiri møguleikar fyri betran

Vit liva betur, og vit liva longri. Tískil er týdningarmikið, at vit hyggja eftir fleiri møguleikum, soleiðis at vit kunnu betra økið.

Vit vita, at vit koma at mangla fleiri útbúgvin starvsfólk, vit vita, at vit liva longri, meðan vit vera færri at bera.

Skúlin í Hovi er eitt frambrot, tó kunnu vit gera tað betri. Eitt nú við at seta fjarlestur soleiðis at tey, sum ikki hava møguleika at flyta suður, eisini fáa møguleikan at lesa.

Vit kunnu gera útbúgvingina til lønarútbúgving soleiðis at tey, sum lesa, hava ráð til tað. Tað er ongin loyna, at livikostnaðurin er dýrkaður, og studningurin ikki kann standa aleina, skal ein nema sær útbúgving.

Vit skulu ígongd við at fáa bygt eldraíbúðir burtur av, soleiðis at tey sum ikki hava tørv á røktarplássi, men ov veik at røkja eitt stórt heim, fáa møguleika til at klára seg sum longst.

Vit skulu hugsa nýtt, vit skulu hugsa eitt lív - eisini eftir pensjónsaldur.

Anita Heinesen
valevni fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu