12. november 2024
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-046/2024 eftir § 52a í Tingskipanini, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni.
Fyrispurningur:
Svar:
Til fyrra spurningin kann eg upplýsa, at í januar í ár móttók Umhvørvisstovan eina umsókn frá Eysturlund, har søkt varð um loyvi til eina vindmyllulund á 100 MW við egnum elneti frá eystursíðuni á Lambavík til Fuglafjarðar.
Umhvørvisstovan málsviðger umsóknirnar, tí heimildirnar at veita loyvi eftir lógini, eru lagdar til Umhvørvisstovuna at umsita.
Umhvørvisstovan hevur skrivliga í mai upplýst umsøkjaran um, at ein umsókn um loyvi at framleiða 100 MW el úr vindi, útloysir krav um alment útboð eftir lógini, áðrenn nakað framleiðsluloyvi kann latast. Umhvørvisstovan hevur somuleiðis upplýst umsøkjaran um, at onki elnet kann leggjast uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni. Henda rættarstøða verður av Umhvørvisstovuni mett galdandi, óansæð um støða verður tikin til málið eftir elveitingarlógini, sum var galdandi, tá umsóknin frá Eysturlund varð latin inn, ella eftir galdandi lóg um el og fjarhita.
Umsøkjarin hevur hinvegin í juni víst á, at tað ikki er neyðugt við framleiðslu- og netloyvi, tí at framleiðslan ikki verður framleidd til eitt elnet at flyta ravmagn til brúkara. Hesum er Umhvørvisstovan ikki samd í. Umhvørvisstovan hevur tí á fundi í juli boðað umsøkjaranum frá, at ikki er heimild at veita loyvi til ætlaðu verkætlanina. Enn hevur Umhvørvisstovan ikki móttikið viðmerkingar frá umsøkjaranum hesum viðvíkjandi, men metir málið verða búgvið til endaliga avgerð innan stutta tíð.
Til seinna spurningin kann eg upplýsa, at sambært tíðarfestu og góðkendu útbyggingarætlanini, sum Umhvørvisstovan og SEV lótu úr hondum í 2023, verða 5 almenn útboð av vindorku skipaði komandi 5 árini. Sambært hesi ætlan, verður loyvi til elframleiðslu úr vindorku við Glyvrafjall boðið alment út longu komandi ár.
Sambært útbyggingarætlanini verða einans 25 MW boðin út í 2025, hóast orkumyndugleikin er vitandi um, at møguleiki er fyri at framleiða meira við Glyvrafjall. Hugsanin er, at talan skal vera UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 2/2 um stigvísa útbygging, so at rímilig javnvág er millum útboð og eftirspurning umframt at útbyggingin av elnetinum skal fylgja við á einum fíggjarliga skynsamum grundarlagi.
Fer eftirspurningurin eftir el og øðrum orkukeldum brádliga at økjast nógv og skjótt, so er orsøk at endurskoða og tillaga útbyggingarætlanina samsvarandi.
Sum skipanin er í dag, og við tí semju, sum varð gjørd millum landsstýrið og SEV í 2022, so er og verður tað SEV, sum eigur og rekur samhaldsfasta elkervið í landinum. Skal hetta broytast, mugu lógarbroytingar gerast og helst mugu samráðingar takast upp við kommunurnar og SEV hesum viðvíkjandi.
Tá tað er sagt, so er tað týðandi at fáa framt grøna orkuskiftið skjótt og væl innan teir geirar, sum geva størst samfelagsgagn uttan at seta samhaldsføstu el-skipanina í váða. Møguliga er tíðin eisini búgvin til, at nýggj tvørgangandi samstørv verða skipað millum almenna og privata geiran fyri at skunda undir orkuskiftið og orkuútbyggingar úr varandi orkukeldum. Hetta er vert at kanna nærri, so støða eisini kann takast til, hvussu vit fáa tunga ídnaðin og skipaflotan við í grøna orkuskiftið.
Umhvørvismálaráðið, 9. novembur 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna