14. november 2024
Karl Johansen, sum seinastu fýra árini hevur verið borgarstjóri í Føroya næststørstu kommunu, fer nú undir næsta valskeiðið sum borgarstjóri
Sambandsflokkurin hevði eitt sera gott val í Klaksvík, og fyri fyrstu ferð í søguni fekk flokkurin tveir býráðslimir valdar. Umframt Karl Johansen varð Hermann Samuelsen eisini valdur í býráðið fyri Sambandsflokkin.
Bæði í 2012 og í 2016 fekk Sambandsflokkurin einki umboð valt í Klaksvíkar býráð, men í 2020 varð Karl Johansen valdur í býráðið, og ímóti øllum forsøgnum bleiv hann borgarstjóri. Fólkaflokkurin fekk tá 5 av 11 býráðslimum, og manglaði bara ein býráðslim í at hava reinan meiriluta. Kortini fekk Sambandsflokkurin borgarstjóran í eini samgongu við Fólkaflokkin.
Hesaferð gjørdist Sambandsflokkurin næststørstur í býráðnum. Fólkaflokkurin varðveitti síni 5 umboð, Sambandsflokkurin fekk tvey umboð, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fingu eitt umboð í part, og Tjóðveldi fekk tvey umboð. Hesaferð er samgonga gjørd millum allar flokkar uttan Fólkaflokkin.
Sambandsflokkurin