19. november 2024
Svar upp á fyrispurning nr. 52-052/2024 eftir § 52a í tingskipanini viðvíkjandi afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar, frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
Til spurning 1
Lógaruppskotið um afturindan av heilsutrygdargjaldi er sent viðkomandi hoyringspørtum til hoyringar. Uppskotið sæst eisini á ummælisportalinum.
Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er 12. desember 2024.
Til spurning 2
Tá hoyringarfreistin er úti, verða hoyringarsvarini viðgjørd í Heilsumálaráðnum. Miðað verður ímóti at leggja lógaruppskotið fyri Løgtingið í januar 2025.
Heilsumálaráðið, 19. november 2024
Súsanna Bertholdsen
landsstýriskvinna