29. november 2024

Í starvsvenjing hjá Sambandsflokkinum

Sigfríður Egholm Joensen, sum er úr Hvalba og gongur í 9. flokki í Hvalbiar skúla, var í gjár hósdagin 28. november, í starvsvenjing hjá Sambandsflokkinum. Hann er glaður fyri at hava fingið høvið at fáa vitan um Sambandsflokkin og politiska arbeiðið í flokkinum

Tað er týdningarmikið og sunt, at ungfólk fáa høvið at royna seg á arbeiðsmarknaðinum og harvið fáa innlit og eina fatan av, hvussu eitt arbeiðspláss virkar - í hesum føri eitt vitanartungt arbeiðspláss í politisku skipanini.

Spennandi og áhugaverd arbeiðspláss

Sigfríður Egholm Joensen hevur verið í starvsvenjing á m.a. Løgtingsskrivstovuni og Løgmanskrivstovuni, og síðan ein seinnapart á floksskrivstovuni hjá Sambandsflokkinum.

Hann heldur, at tað hevur verið áhugavert at hoyra um, hvussu samfelagið í høvuðsheitum er skipað og hvussu politiska skipanin við ymsu politisku flokkunum leiða og stýra samfelagnum - hetta umvegis lóggávu, reglur og umsiting innan tey ymsu málsøkini.

Sambandsflokkurin

Myndin: frá vinstru Reidar Nónfjall, floksskrivari og samskipari, Sigfríður Egholm Joensen, starvsnæmingur, Erhard Joensen, løgtingsmaður og Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður