16. desember 2024

Lesandi - minni at liva fyri

Samgongan útsetti og lækkaði javningina av lestrarstuðlinum, tí fáa lesandi við nýggjastu javningini einans 179 krónur meir um mánaðin.

Við prísvøkstrinum seinastu árini, merkir hetta at lesandi fáa minni at liva fyri.

Lesandi fáa minni at liva fyri í 2024

Sambært uppskotinum hjá samgonguni um at broyta í javningini av stuðulsupphæddum, so verður studningurin til lesandi ikki prístalsjavnaður komandi ár. Við øðrum orðum merkir hetta, at tøka upphæddin hjá lesandi minkar komandi ár.

Hetta kemur sum steinur omaná byrðu fyri tey ungu, sum í forvegin merkja sviðjan av hækkaðu prísgjøldunum í samfelagnum:

- Bensin- og dieselavgjaldið er hækkað - hetta kemur at raka tey lesandi, sum eiga bil.

- Oljuavgjaldið er eisini hækkað - hetta rakar tey, sum búgva til leigu og mugu gjalda meira í hitarokning.

- Hækkaður streymprísur er ein avleiðing av hækkaðum oljuavgjaldið, og kemur hetta eisini at raka tey lesandi meint.

Alt í alt ber til at siga, at prístalið er økt við 15 % seinastu tvey árini, og hava ung bert fingið 7% meira at liva fyri, og komandi ár ætlar samgongan ikki at javnað stuðulin.

Hetta hongur ikki saman sosialt, og má hetta broytast, tí annars fara lesandi at hava nógv minni at liva fyri, hóast tað er blivið nógv dýrari hjá teimum at liva.

Bárður á Steig Nielsen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin