20. desember 2024
Mikudagin 18. desember samtykti Løgtingið endaliga fíggjarlógina fyri 2025 - sum er triðja av í mesta lagi fýra fíggjarlógum hjá hesi samgonguni.
Ríkisveitingin er við hesi fíggjarlógini lækkað við 75 mió. krónum í hesum valskeiðinum, undirskotið er komið uppá 120 mió. krónur, og eitt vaksandi tal av føroyingum gongur til Reyða Kross, fyri at fáa døgurðamat. Hetta hendir meðan vit hava so góðar tíðir, at vit mugu innflyta arbeiðsmegi úr øðrum londum, fyri at fáa øll arbeiðini gjørd sum skulu gerast.
Sambært samgonguskjalinum minkar ríkisveitingin, tí Føroyar skulu taka vaksandi ábyrgd av serforsorgarøkinum. Samgonguskjalið sigur eisini, at um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, so verður henda ætlanin endurskoðað.
Men í løtuni sær ikki út til at samgongan heldur, at tørvur er á nakrari endurskoðan, hóast talið á botnlinjuni er farið frá 195 mió. krónum í avlopi í 2022 til 120 mió. krónur í halli í 2025. (í meðal 105 mió. krónur tann skeiva vegin á hvørjum árið).
Og framvegis eru nógv dýr vallyfti frá samgonguflokkunum eftir at seta í verk, og tey mugu so øll setast á fíggjarlógina fyri 2026. Tá skal ríkisveitingin aftur minka við 25 mió. krónum, arbeiðsvikan skal styttast, uttan at lønirnar lækkar, gerandisvørnar skuldi blíva bíligari, tí meirvirðisgjaldið skal minka ella strikast, og tá skal, sambært løgmanni, eingin longur stúra fyri næstu rokningini. Fólkaskúlin fer tá at fáa eina hægri játtan, og farið verður undir at borða Suðuroyartunnilin. - Og ikki at gloyma - tá verður seinasti møguleiki hjá Ruth Vang at halda vallyftið um eina fíggjarlóg við stórum avlopi. Ja tað verður spennandi at síggja.
Eg haldi als ikki, at avlopini hjá undanfarnu samgongu vóru nøktandi, men tey sum nú stýra landinum vunnu valið við at lova, at tey skuldu stýra nógv betur enn undanfarna samgonga gjørdi. Tað mugu vit so í øllum førum ásanna, at tað hava tey als ikki megnað.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin