14. mars 2025
Góðan morgun
- og hjartaliga vælkomin til landsfundin hjá Sambandsflokkinum her í stórfingnu og søguligu Saltsiloini á Tvøroyri. Eisini hjartaliga vælkomin til tykkum øllum, sum fylgja landsfundinum á netinum.
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, skuldi verða við her í dag, men tíverri er hann lagstur við krím, og gav avboð í gjár. Hann harmast, og letur heilsa.
Seinnapartin fáa vit eina heilsan frá formanninum í Unga Sambandið, og fara vit at hoyra Teit Samuelsen, tunnilsstjóra, og Søren Bruhn, bankastjóra, tá ið teir fara at leggja fram um Suðuroyartunnilin og menningarmøguleikar fyri Suðuroynna.
Og nú vit tosa menningarmøguleikar í Suðuroynni, so slepst ikki undan – nú vit eru savnað í Salt - at nevna tað stóra arbeiðið, sum Sambandsflokkurin og ítøkiliga Edmund Joensen gjørdu saman við øðrum, tá ið verkætlanin um at endurreisa Saltsiloina her á Drelnesi gjørdist til veruleika.
Endurreista Saltsiloin er eitt ítøkiligt úrslit av einum semjusøkjandi samstarvi í ríkisfelagsskapinum. Einum samstarvi, sum Sambandsflokkurin altíð borgar fyri.
***
Ríkisfelagsskapurin á einum vegamóti (1)
Góðu sambandsfólk,
Sjáldan hevur tað verið størri tørvur á einum sterkum Sambandsflokki enn júst nú. Bæði støðan herheima og støðan úti í heimi krevur eina greiða og ábyrgdarfulla sambandsrødd.
Vit eru tann einasti politiski flokkur í Føroyum, sum heilhjartaður stuðlar ríkisfelagsskapinum. Og hesin stuðulin er neyðugur í hesum døgum, nú okkara felagsskapur er á einum vegamóti.
Trýstið frá Trump um at taka ræðið á Grønlandi leggur trýst á okkum í felagsskapinum um at seta eina nýggja kós. Hjá Sambandsflokkinum er kósin greið: Vit eru sterkari í samstarvi við onnur, og vit eru sannførd um, at eitt semjusøkjandi samstarv røkkur longst.
Men samstarvið í ríkisfelagsskapinum má broytast. Nýskipast.
Við okkara ambitiøsa uppskotið um Nýtt Samband ganga vit á odda við fleiri spennandi ætlanum um at nýskipa ríkisfelagsskapin.
Kjarnin í Nýggjum Sambandi er, at í okkara felagsskapi eru nógv fleiri fyrimunir enn vansar fyri Føroyar og føroyingar. Her er ríkisborgaraskapurin heilt sentralur. Við ríkisborgaraskapinum fylgir ein røð av virðismiklum rættindum innan eitt nú sjúkrahúsverkið og útbúgvingingarverkið, sum føroyingar hava á jøvnum føti við allar aðrar borgarar í ríkinum, saman við uppihalds- og arbeiðsmøguleikum í øllum ES. Hesi virðismiklu rættindi verða ofta tilvitað tagd burtur í orðaskiftinum í Føroyum.
Tey, ið ikki vilja ríkisfelagsskapinum tað besta, vilja heldur ikki taka tað upp á tungu, hvussu stóran týdning ríkisfelagsskapurin við Danmark hevur fyri, hvat metingarfyritøkur sum Moody´s halda um føroyska búskapin. Hetta er kanska eitt sindur tekniskt, men hetta hevur sera stóran týdning í krónum og oyrum, tí ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum eina lægri rentu, tá ið vit læna pengar. Hetta merkir ítøkiliga, at ein familja við eini skuld á 2,5 mió. skal gjalda kr. 4.000 minni í rentu hvønn mánað, um vit samanbera við íslendska rentustøðið, har rentan er meir enn 3% hægri.
Kjakið um ríkisfelagsskapin er aftur á skrá í herheima. Vit í Sambandsflokkinum halda tað er skilagott at stig eru tikin til at savna flokkarnar við tí endamáli at finna eina semju um ein framtíðar ríkisfelagsskap. Stendur tað til okkum, eigur Nýtt Samband at verða grundarlagið. Í stuttum skjóta vit upp:
Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum finna eitt felags stev og siga greitt, hvørja loysn, vit sum land vilja hava frameftir. Loysnin má og skal hava eina breiða politiska undirtøku og semju í Løgtinginum.
Sambandsflokkurin er ein konstruktivur og virkin flokkur – eisini í spurninginum um framtíðina í ríkinum. Vit eru tann ábyrgdarfulla og realistiska røddin. Og lat okkum bara siga akkurát sum er: Tað verður sera trupult – ja nærmast ómøguligt – hjá Grønlandi og fyri so vítt eisini Føroyum í hesum tíðum at gerast fullkomiliga sjálvstøðugt. Fer USA til dømis at góðtaka, at heimsins størsta oyggj við næstan heimsins minsta fólkatali gerst fullkomiliga sjálvstøðugt? Her í Norðuratlantshavið og Arktis fer altíð at vera ein stórur geopolitiskur áhugi hjá stórveldunum at gera sína ávirkan galdandi. Áhugin hjá USA fyri Grønlandi í løtuni er dømi um júst hetta.
Men tað er ikki bara í spurninginum um framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum, at Sambandsflokkurin er ein konstruktivur og virkin flokkur.
SAMGONGAN FINGIÐ KONSTRUKTIVT MÓTSPÆL (2)
Sambandsflokkurin hevur alt hetta valskeiðið lagt seg eftir at geva sitandi samgongu eitt konstruktivt mótspæl. Tað hava vit gjørt í løgtinginum. Í nevndum. Í veljarafeløgum um landið og á arbeiðsplássum. Við at tosa um okkara politikk og vísa á loysnir og felagsskap í tí smáa eins væl og í tí stóra.
Okkara kjarnuvirði og tann sosialliberala stevnuskráin við tí besta frá bæði høgru og vinstru gevur góðar møguleikar fyri samstarvi. Og sum andstøðuflokkur hava vit lagt mál fram og samstarvað um mál, har vit hava hildið, at tað hevur verið gagnligt fyri føroyska samfelagið.
Vit kunnu nevna:
- Gongd í haga - nýggj ferðavinnulóg
- Nýggja avgjaldskipanin fyri alivinnuna - lækka tøkugjald og umlagdan partafelagsskatt
- Bústaðarpakkin til lág og miðallønt
- Uppskot um at strika mótrokningina í pensjónini frá arbeiðsinntøku.
- Og uppskotið um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á ávísum almennum støðum
Men takið ikki feil. Tað mesta, sum samgongan fæst við, er lítið gagnligt.
Tað er ikki so løgið, at veljarin hevur skift hugsan síðani valið í 2022. Gyltu lyftini um styttri arbeiðsviku, betri haldføri, bíligari matvørur ella ambitiøsi orku – og umhvørvispolitikkurin lata framvegis bíða eftir sær.
Og tíðin gongur undan hjá samgonguni, sum seinastu mánaðirnar hevur virkað ráðaleys og virkislamin. Veruleikin er, at mongu vallyftini hjá samgonguflokkunum fara at kosta landskassanum alt ov nógv. Og uttan fígging hanga tey í leysari luft.
Samgongan hevur hetta valskeiðið tikið fleiri stig skeivan vegin.
Teirra skattalætti vendir fullkomiliga skeivt, tí tey lágløntu fingu onki - annað enn hægri oljuavgjald, hægri streymprís og hægri almenn gjøld.
Tey hava revsað føroyskar fiskimenn og sjómenn - og arbeiðsfólk uttanlands. Væl yvir 1.000 fólk mótmæltu. Men samgongan lurtaði ikki. Onnur lond vísa størri virðing fyri hesum bólkinum. Tað hevði klætt okkum - eini fiskivinnutjóð við tiltikið dugnaligari og flytførari arbeiðsmegi - at gjørt tað sama.
Eisini minkar samgongan ríkisveitingina, soleiðis at vit fáa 100 mió. kr. minni til vælferð hvørt ár - hóast tað er stórt hall á fíggjarlógini - og hóast ongar tryggar inntøkur verða settar í staðin.
Sambandsflokkurin vil eina munandi øðrvísi kós. Eina kós, sum skapar tryggleika, støðufesti og trivna fyri fólk og vinnu.
BÚSKAPARSTØÐAN (3)
Hvørki tryggleiki ella støðufesti eyðkenna fíggjarstýringina í landinum í løtuni. Tað er alt annað enn nøktandi, at samgongan í bestu tíðum ikki megnar at fáa avlop á fíggjarlógini. Úrslitið sóu vit hesa vikuna, tá ið vit í løgtinginum viðgjørdu eitt uppskot frá samgonguni um at hækka landskassalánini við útvið einari heilari milliard, svarandi til 20% hægri lánibyrðu.
Føroyski búskapurin verður stig fyri stig niðurlaðaður. Herfyri bleiv Íleggingargrunnurin yvirtikin og tømdur beinanvegin við rentu- og avdráttarfríum lánum. Hetta er burturvið, tí vit hava ongantíð havt meir brúk fyri hesum grunni at veita teimum stóru almennu fyritøkunum herheima neyðugu fíggingina.
Vít síggja eisini fleiri dømi um, at lán til landskassan verða strikað við teirri veiku grundgeving, at hetta onga ávirkan hevur á landskassan, tí tað er útreiðsluført – men tað kemur so ongantíð aftur, nú tað er strikað. Ítøkiliga er talan um Framtak 38 mió., Firum 9 mió., og so Íleggingargrunnurin 700 mió.
Eg vænti, at komandi árini fara at krevja meira av okkum øllum. Tað kann skjótt fara at vísa seg, at júst fíggjarstýringin fer at gerast tann mest átrokandi avbjóðingin. Almennu útreiðslurnar kunnu ikki halda fram við at spola avstað. Tann stóri spurningurin er, um vit komandi árini fara at hava ráð til betri tænastur og nýggjar tænastur, sum eru við til at økja um rakstrarútreiðslurnar hjá landinum.
Føroyski búskapurin er í løtuni sterkur, men hann er samstundis viðbrekin. Vit verða noydd til at lurta betri eftir mongu ávaringunum um betri fíggjarstýring, nú fleiri gerast eldri, og tað fer frameftir at merkja munandi hægri útreiðslur til almannaverk og heilsuverk. Kommunurnar, sum umsita eldraøkið, fara eisini at merkja útreiðslutrýstið.
Her má okkurt veruliga gerast, tí vit hava ikki ráð til alt.
Komandi suðuroyartunnilin verður ofta nevndur sum ein íløga, sum vit ikki hava ráð til. Sambandsflokkurin stuðlar hesari týðandi íløgu av fullum hjarta. Og vit hava eisini ein realistiskan fíggingarleist. Sambandsflokkurin hevur arbeitt miðvíst við einum fíggingarleisti við einum statsláni, ið fer at hava eina rentusparing við sær á millum 0,5% og 1% svarandi til 300 - 600 mió. Okkara greiða tilmæli er eisini at seta alla niðurlaðingina av ríkisveitingini í Suðuroyartunnilin. Hetta fara vit at hoyra meira um seinni í dag.
Skynsemi, afturhald og ábyrgd eru trý lyklaorð, sum eiga at eyðkenna okkara fíggjarstýring komandi árini.
Búskaparráðið mælir aftur og aftur til, at land og kommunur samskipa rakstur og íløgur, so vit betri fáa stýrt. Hesum tekur Sambandsflokkurin fult undir við.
Vit mugu fáa meira fyri hvørja skattakrónur.
Eg haldi, at almenni bygnaðurin í síni heild kann rekast skynsamari og bíligari, um vit fingu størri og færri eindir. Almenni bygnaðurin endurspeglar ikki stóru broytingarnar okkara undirstøðukervi, har landið er knýtt tættari og tættari saman.
Við eitt nú at savna kommunur, fólkaskúlar og almennar stovnar í størri eindir, hevði óivað havt sparingar við sær, umframt at tað hevði verið lættari at gagnnýtt starvsfólkini rætt. Ikki minst í eini tíð, har stórur tørvur er á starvsfólkum, bæði hjá tí almenna og tí privata.
Og so eitt hjartasuff. Eg veit fullvæl, at talið av landsstýrisfólkum ikki koppar nøkrum búskapi, men tað er eitt signal um oyðsl og vantandi virðing fyri skattakrónunum, og tað smittar niður gjøgnum alla skipanina.
Eitt er útreiðslusíðan, eitt annað er inntøkusíðan.
Vit politikarar eiga at eggja til at skapa fleiri inntøkur. Vit settu Vakstrarforum á skrá fyri at skapa meirvirði í samfelagnum, hvat vit kunnu gera fyri at fáa enn størri virði burturúr verandi vinnum og birta undir nýggj vinnuhugskot. Fleiri góð hugskot sóu dagsins ljós, alt frá málrættaðum útbúgvingum, vinnuferðavinnu, og útrás við KT-vinnu og vakstrarmøguleikar í maritimu veitaravinnuni.
Sambandsflokkurin arbeiðir í løtuni við einum vinnu- og vakstrarpakka, ið hevur til endamáls at fáa ein fjølbroyttari og sterkari búskap, soleiðis fáa vit eisini ráð til betraðar vælferðartænastur í framtíðini.
Eitt annað, sum kundi skunda undir ein búskaparvøkstur er um vit fingu ein vælvirkandi kapitalmarknað, har kapitalurin, sum í stóran mun verður settur í útlendsk virðisbrøv, slapp til arbeiðis í Føroyum. Tað skal bera til at gera íløgur í føroyskar fyritøkur, og møguleiki skal verða hjá føroyskum fyritøkum at bjóða seg fram at taka ímóti kapitali.
Um hetta lat seg gera, høvdu nakrir av teimum virkishandlum, sum eru farnir fram seinastu árini, ikki verði endaðir á útlendskum hondum, men keyptar við føroyskum kapitali, sum so aftur kundi skapt eitt meirvirði í Føroyum.
Vit skulu ikki ræðast útlendskan kapital, vit skulu hinvegin bjóða honum av, og vit mugu ongantíð harta føroyskum fyritøkum, sum vilja gera íløgur í aðrar føroyskar fyritøkur, tí alternativið er, at hesar enda á útlendskum hondum.
Tí vil Sambandsflokkurin, at føroyski kapitalurin skal sleppa til arbeiðis, eisini í Føroyum.
PENSJÓNISTARNIR (4)
Vilja føroysku pensjónistarnir sleppa til arbeiðis, so skulu teir sjálvandi eisini sleppa tað.
Seinastu árini hava vit aftur og aftur hoyrt, at pensjónistarnir eru tann stóra og lætta loysnin, um vit vilja bøta um búskapin. Pensjónistarnir skulu nú kroystast til at taka eitt tak afturat.
Her er Sambandsflokkurin púra greiður: Pensjónsaldurin skal ikki einvegis setast upp.
Um fólk vilja og hava heilsuna til at arbeiða longur, skal tað sjálvandi vera møguligt. Men tað skal hvør einstakur gera av.
Tá ið tað kemur til pensjónistarnar, vilja vit:
- gevast at mótrokna arbeiðsinntøku í pensjónini
- hækka pensjónsuppsparingina frá 12% upp í 15%
Um fleiri verða longur á arbeiðsmarknaðinum, økir og stabiliserar tað arbeiðsmegina í landinum. Tað er eisini við til at varðveita og menna vælferðina. Strika vit mótrokningina, tíma fólk betri at arbeiða longur. Almannaverkið metir, at um vit strika mótrokningina, verður meirútreiðslan til pensjónir 40-50 mió. kr árliga.
Men hinvegin. Siga vit, at arbeiðsinntøkan hjá til dømis 400 pensjónistum hækkar frá 62.000 kr upp í 200.000 kr, ja, so koma 47 mió. kr meir í almennu kassarnar. 20 mió. í skatti og 27 mió. frá mvg og øðrum avgjøldum. Og hart sperdi arbeiðsmarknaðurin fær fleiri hendur, bæði innan tað almenna, heilsurøkt og tað privata.
Sambandsflokkurin vil, at tað skal verða einfalt hjá pensjónistunum at velja at arbeiða.
Frá 2014 hava øll rindað til egna pensjón av hvørjari løn. Síðani er samlaða pensjónsuppsparingin økt munandi, og hon fer bara at vaksa. Støðugt fleiri eru eisini, sum av sínum eintingum spara upp. Hetta tryggjar haldførið av pensjónsútgjøldum frameftir.
So tað eru ikki pensjónistarnar, sum eru trupulleikin . Tað eru tí onnur átøk, sum skulu gerast fyri at tryggja haldførið.
BETRI MARKNAÐARATGONGD (5)
Góðu sambandsfólk.
Bygningurin Salt, sum í ár er karmur um okkara landsfund, hevur eina spennandi søgu.
Áðrenn Saltsiloin varð bygd komu damparar fleiri ferðir um árið við salti úr miðjarðarhavinum til Føroya. Stóri eftirspurningurin eftir salti í Norðuratlantshavi hevði við sær, at stig vórðu tikin til at byggja fleiri saltsiloir í økinum.
Ein teirra bleiv staðsett her á Tvøroyri. Ein franskur arkitektur teknaði bygningin, eitt franskt saltsamtak átti størsta partin av partapengunum og eitt danskt byggifelag bygdi upprunaligu saltsiloina.
Tú kanst tí siga, at søguligi bygningurin er ein ímynd av altjóðagerð, altjóða samstarvi og altjóða handli.
Men altjóðagerðin, altjóða samstarvið og altjóða handilin hevur tað tíverri trupult í 2025.
Heldur enn at bróta tollmúrar niður, verða tollmúrar bygdir upp. Fyri Føroyar, ið er ein lítil og opin búskapur, er hetta ófrættakent, tí vit hava stóran tørv at beina allan toll av vegnum. Hjá okkum í Føroyum er tvingandi neyðugt, at føroyskar fyritøkur fáa betri marknaðaratgongd. Vit skulu áhaldandi trýsta á við at fáa betri handils- og tvískattaavtalur.
Føroysku fyritøkurnar hava gjørt vart við, at tær halda, at serliga Asia eigur at verða raðfest. Fyritøkurnar vilja eisini, at heilsufrøðiligu forðingarnar verða beindar av vegnum og tað skjótt gerst møguligt at útflyta fisk til Brasil.
Tað hevur víst seg at ganga striltið at vinna okkum betri marknaðaratgongd seinastu árini.
Ein høvuðsorsøk er, at vit standa uttan fyri felagsskapir.
Føroyar eru eitt av teimum fáu londunum, sum standa uttan fyri allar teir handilsfelagsskapir, sum flest onnur lond eru partur av.
Sambandsflokkurin hevur leingi víst á týdningin at fáa betri viðurskifti við ES. Vit mugu fáa eitt sterkari samstarv við ES, ið bæði bøtir um okkara handilsviðurskifti og samstundis letur okkum at víðka samstarvið til onnur øki.
Spurningurin um, hvørt Føroyar eiga at gerast partur av Evropeiska Samveldinum (ES), hevur leingi verið eitt evni, ið hevur elvt til nógv politiskt kjak. Vit í Sambandsflokkinum halda, at tíðin er nú komin at taka eitt nýtt og realistiskt kjak um føroyskan ES-limaskap. Eitt veruligt orðaskifti.
Føroyar kundu, sum onnur smá lond við tilknýti til ES-limalond, kravt eina seravtalu, ið tryggjaði føroyska fiskivinnu, sum tað besta og mest burðardyggu loysnina. Føroyar hava við hesum eina sera sterka samráðingarstøðu, eisini tí føroyskur fiskur er av stórum týdningi fyri ES-marknaðin.
Sambandsflokkurin heldur grundleggjandi, at tað eru fleiri fyrimunir enn vansar við ES-limaskapi.
VÆLFERÐ (6)
Góðu tit.
Tryggleiki og støðufesti. Tað eru tvey skjaldrarmerki hjá Sambandsflokkinum.
Tað at vit kenna okkum trygg og vita, at vit eru vard upp á ymiskar mátar, er sjálv kjarnin í vælferðarsamfelagnum. Og tað er eisini kjarnan í okkara politikki.
Tí raðfesta vit almanna- og heilsumál - og útbúgvingarøkið ovarlaga.
Fremsta endamálið við at liva í einum skipaðum vælferðarsamfelagi, er jú, at vit, sum orka, styðja tey, sum ikki orka eins væl, og veita hjálp til sjálvhjálp.
Tað kostar, um tey, sum hava tørv á hjálp, skulu fáa hjálpina, teimum tørvar. Men í Sambandsflokkinum er eingin ivi: Vit skulu raðfesta ríkidømið soleiðis, at vit ongantíð missa tey, sum eru sjúk ella veik niðurímillum.
***
HEILSUMÁL
Heilsumál eru ein av grundsúlunum í vælferðarsamfelagnum. Heilt grundleggjandi skal ikki munur gerast á, hvørt tað er likaminum ella sinninum, sum tørvar hjálp.
Sambandsflokkurin hevur seinnu árini lagt sera stóra orku í tvey øki: viðgerðartrygd og rehabilitering.
Sambandsflokkurin skipaði fyri ráðstevnu um viðgerðartrygd á vári í 2024, og har mælti serfrøðin til, at vit seta viðgerðartrygd í verk í stigum: Vit kundu til dømis byrja við eitt nú krabbamein – krabbameinspakkar.
Vit skulu gera av, hvørji serøki skulu verða í føroyska heilsuverkinum og útgera okkum fult á teimum økjunum. Tað krevur, at vit samskipa og samansjóða virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum. Vit skulu ikki spara, tá ið tað kemur til viðgerðir - hvørki í Føroyum ella uttanlands. Vit noyðast at raðfesta í sjúkrahús-verkinum, tí vit kunnu ikki veita viðgerðir fyri allar sjúkur og uttan ávísar bíðilistar. Og bíðilistarnir skulu styttast. Hetta gera vit best við samstarvi í ríkinum.
Við miðvísum arbeiði at útvega neyðugu talið av kommunulæknum, serlæknum og sjúkrarøktarfrøðingum, eru vit nærri málinum. Kommunulæknastørvnini í meginøkinum eru við at verða mannaði, fleiri serlæknar eru ávegis, eins og vit hava fleiri sjúkrarøktarfrøðingar enn nakrantíð, men enn eru vit ikki komin á mál.
Ein partur av framtíðarloysnini verður innan vitlíki. Tað sonevnda “Telemedisinið” kann tryggja viðgerð við hús, so sjúklingurin sleppur undan at møta hvørja fer á sjúkrahúsinum. Í staðin eru tól, sum fylgja viðgerðini. Hetta kann eisini nýtast á ávísum økjum innan eldrarøkt - og harvið frígeva tíð til menniskjaliga sambandið.
Steno diabetes miðstøðin nærkast í hvørjum, og hon verður eitt stórt framstig fyri teir umleið fýratúsund føroyingar, ið hava diabetes. Framkomna miðstøðin er enn eitt dømi um góða og gevandi sambandið, vit hava í ríkinum.
***
ALMANNA- OG SOSIALMÁL
Góðu sambandsfólk.
Føroyar skulu vera eitt trygt vælferðarsamfelag fyri øll. Ikki bara tey, sum eru sjúk, men eisini tey, sum hava tørv á hjálp frá felagsskapinum á annan hátt.
Sambandsflokkurin arbeiðir fyri:
***
ÚTBÚGVINGARMÁL
Ein annar hornasteinur undir vælferðarsamfelagnum eru góðir og ókeypis útbúgvingarmøguleikar.
Framtíðarmøguleikar skulu grundast á hegni og hug hjá hvørjum einstøkum - ikki á inntøku hjá foreldrunum.
Føroyska arbeiðsmegin er væl umtókt og nógv umbiðin uttanlands, tí okkara góðu útbúgvingar tryggja føroyingum møguleikar. Tað skal framhaldandi raðfestast.
Á skúla- og útbúgvingarøkinum vil Sambandsflokkurin:
Útbúgvingarøkið er eisini lykil í at venda keðiligu gongdini, har fleiri føroyingar flyta av landinum heldur enn til landið. Herfyri komu tøl frá Hagstovuni, sum vístu, at vit aftur missa stóran part av okkara ungu árgangum. Vælumhugsaðar íløgur í útbúgvingarøkið og lestraríbúðir kunnu vera við til at venda keðiligu gongdini. Og hetta vildi ikki verið fyrstuferð.
Við greiðum átøkum í 2013 vendu vit gongdini frá EXIT Føroyar til ENTER Føroyar. Nú vit skriva 2025 er tað tørvur á eini nýggjari ætlan, og hetta er ein raðfesting hjá Sambandsflokkinum. Júst tilflyting er tað besta medisinið til fáa einar haldførar Føroyar. Um vit venda gongdini frá eini fráflyting á 70 til eina tilflyting á 200 fólk, betrar hetta haldførið meira, enn einsíðugt at hækka pensjónsaldurin.
Men skal tað eydnast aftur at venda Exit til Enter Føroyar er neyðugt at gera lættari at seta føtur undir egið borð hjá teimum, sum av fyrsta sinni gera hetta.
***
BÚSTAÐARMÁL (7)
Tað er alt ov trupult hjá barnafamiljum og familjum við lág og miðalinntøkum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.
Sambandsflokkurin hevur tí gjørt eitt uppskot, sum skal gera tað lættari hjá føroyingum at sleppa á bústaðarmarknaðin. Við uppskotinum verður minkað um sosiala ójavnan millum fólk, og ger tað lættari hjá føroyingum at velja at búseta seg í øllum Føroyum.
Vit vilja gera tað lættari hjá fyrstuferð keyparum. Gerst okkara ætlan veruleiki, hevur tað við sær, at ein familja við tveimum smábørnum, ið skal inn á bústaðarmarknaðin fyrstu ferð, kann fáa góðar 800.000 kr. yvir eitt 10-ára tíðarskeið, ímeðan tey skulu etablera seg og hava brúk fyri pengunum.
Møguligt verður, at fáa upp til kr. 200.000 í eginfígging, og helvtina av pensjónsgjaldinum útgoldna sum løn. Harumframt skal barnafrádrátturin hækkast við kr. 1.000 um mánaðin fyri børn upp til 7 ár, og útgjaldið úr Barsilsskipanini hækkast frá max. kr. 30.000 til kr. 40.000.
Ein inntøkugrundaður býlisstuðul verður skipaður til tey, sum leiga.
Hetta kann ikki standa einsamalt, tí neyðugt er at økja um útboði av bústøðum, og her er neyðugt at føroyska kapitaluppsparingin spælir við. Síðan vit settu tvungna pensjónsuppsparing í gongd fyri gott 10 árum síðan, er samlaða uppsparingin økt munandi og nærkast nú 15 milliardum, ið mestsum øll verður sett í útlendsk virðisbrøv.
Um 20% av hesum, svarandi til 3 milliardir bleiv sett í føroyska bústaðarmarknaðin, vildi hetta økt munandi um útboði av býlum. Hetta átti at verði áhugin hjá teim føroysku pensjónsfeløgunum, tí hetta skapar trivna, støðufesti og enn fleiri fáa møguleikan at seta búgv og skapa sína framtíð í Føroyum.
***
RÍKISFELAGSKAPURIN, UTTANRÍKIS- OG TRYGDARMÁL (8)
Tann 9. oktober 1941 var av besta veðri her á Tvøroyri. Brádliga kom eitt týskt bombuflogfar buldrandi inneftir fjørðinum og slepti eina bumbu á tekjuna á saltsiloini og við eitt stóð siloin her á Drelnesi púra opin, bara serstøku bogarnir vóru eftir. Eftir seinna veraldarbardaga varð saltsiloin so bygd upp aftur.
Seinni í ár eru 80 ár síðani, at seinni veraldarbardagi endaði. Hetta tíðarskeiðið hevur verið friðarligt í Evropa, men nú er aftur kríggj. Eins og eftir seinna veraldarbardaga er geopolitikkurin í stórari broyting.
Sambandsflokkurin er heilt grundleggjandi av teirri fatan, at vit eru sterkari í samstarvi við onnur. Tað verið seg í ríkinum, í Evropa ella í NATO.
Tað er ein trygd at vera í felagsskapi við onnur. Skal tað eydnast at reka ein virknan trygdarpolitikk, er neyðugt at vera ein virkin samstarvsfelagi í ríkisfelagsskapinum. Og ongantíð hava vit havt betri møguleika fyri tí.
Uttanríkis- og trygdarpolitikkur snýr seg eins nógv um at taka ábyrgd sum at krevja rættindi og fyrimunir. Tí eiga Føroyar at leggja seg eftir at taka lut og vera við. Mítt útgangsstøðið er greitt: Vit eru ein samanrunnin partur av vesturheiminum og NATO. Tí skulu vit sum partur av NATO, koma við einum íkasti til ta felags trygd, sum NATO stendur fyri um okkara leiðir.
Stóru rembingarnar úti í heimi økja um tørvin á tryggleika og sterkum felagsskapi í ríkinum, Evropa og NATO.
Hjá Sambandsflokkinum er eingin ivi: Føroyar skulu sjálvandi hava ein virknan leiklut, og sita við borði í verjupolitisku semjunum, sum verða gjørdar. Alt annað er ábyrgdarleyst.
Tíverri hevur samgongan valt bara passivt hyggja at, meðan týðandi mál gleppa okkum av hondum. Her má løgmaður krevja, at landsstýrisfólkið situr við borðið, har avgerðirnar verða tiknar. Soleiðis at vit tryggja at avgerðir verða tiknar til gagns fyri Føroyar.
***
FRAMTÍÐIN - VIT MUGU GERA OKKUM TIL REIÐAR TIL KOMANDI VAL
Góðu tit øll.
Sambandsflokkurin er klárur at taka við landsins leiðslu aftur.
Tað er eingin ivi um, at politisku evnini komandi valstríð ikki verða tey somu sum undanfarna val ella í hesum samgonguskeiðnum.
Støðan í heiminum og í Føroyum er broytt nógv síðan vit seinast høvdu landsfund – alt er vorðið ógreiðari og tað, sum áður varð hildið at vera sjálvsagt, er tað ikki í dag og verður tað ikki í framtíðini.
Eg vil tí at enda taka aftur í aftur størstu avbjóðingar í løtuni, sum vit síggja tað:
Eingin flokkur kann loysa hesar avbjóðingar einsamallur. Men vit eru fús at taka ábyrgd. Tað fer at krevja samstarv og breiðar semjur, bæði innanlands og í ríkinum.
Tí góðu sambandsfólk er neyðugt at savna allar góðar kreftir. Tað gera vit bara í felag. Fólkavald, valevni, nevnd, veljarafeløg og sjálvboðin. Í felag gera vit sambandsvirðini og sosialliberalu hugsjónina livandi millum fólk.
Eisini hevur Sambandsflokkurin eitt sera virkið umboð á Fólkatingi, sum er við at endurnýggja ríkisfelagsskapin og tryggja eitt gott samstarv millum politisku skipanirnar. Ringvirkningarnir av góða arbeiðinum á Christiansborg breiða seg eisini herheima.
Vegna flokkin takki eg hjartaliga tykkum øllum, sum eru sjónlig og geva sína meining til kennar - og eisini tykkum, sum í allari stillheit gera eitt stórt arbeiði. Felags innsatsurin hevur stórt virði.
Okkum tørvar ein sterkan Sambandsflokk á ting. Borgarin hevur tørv á tryggleika og greiðum politiskum útmeldingum. Tí ynskir Sambandsflokkurin at virka fyri politiskum samstarvi í Føroyum, í ríkisfelagsskapinum og úti í heimi.
So mong vórðu orðini - og við hesum leggi eg upp til politiskt orðaskifti.
Framhaldandi góðan landsfund øll somul.
Takk fyri.